Turkmenistan: Forsetin ynskir at lata “inngongdina til helviti” aftur

Gurbanguly Berdymukhammedov, forseti í Turkmenistan, hevur eitt ynski at lata “inngongdina til helviti” aftur, sum hevur brent síðan 1971

Sigurjón Einarsson
10. januar 2022 kl. 22:44

250 kilometrar norðanfyri høvuðsstaðin í Turkmenistan, Ashgabat, liggur ein náttúruborin gassgoymsla, sum hevur brent í meira enn 50 ár – vegna eina miseydnaða gassboring í gamla Sovjetsamveldinum.

Men nú ætlar forsetin í Turkmenistan, Gubanguly Berkmukhamedov, at sløkkja hendan eldin einaferð med alla og brúka gassið til annað endamál.

Síðan 1971 hevur tað 60 metra breiða og 20 metra djúpa holið, sum verður nevnt Darvaza, brent, og hevur tí fingið eyknevnið “inngongdin til helviti”. 

Júst hvør orsøkin er til eldin, sum hevur brent seinastu 50 árini, eru tað nógvar gitingar um, men sambært tíðindastovuni, AP, ið endurgevur miðlar í Turkmenistan, so byrjaði eldurin eftir eina miseydnaða boring í 1971, tá ein náttúrugassgoymsla sakk saman og jørðin opnaði seg.

Sovjettiskir jarðfrøðingar settu so eld á, fyri at forða fyri einum størri gassleka, sum væntandi fór at brenna í nakrar vikur, men 51 ár seinni stendur “inngongdin til helviti”, Darvaza-holið, enn í ljósum loga.

Men nú hevur forsetin í Turkmenistan aðrar ætlanir við Darvaza-holinum, og fær hann sín vilja, so skal gassið gagnnýtast til vinnuligt virksemi. Tað er kanska lættari sagt enn gjørt, tí tað krevur bæði, at eldurin verður sløktur og samstundis skal lekin eisini tettast, men tað er lættari sagt enn gjørt, sambært serfrøðingum.

Men forsetin vil hava fatur á gassinum, tí 90 prosent av øllum útflutningi hjá Turkmenistan stavar frá natúrgassi og olju, sum hevur Kina, Pakistan og India sum størstu kundar.

Tá Sovjettsamveldið fall í 1991 og fram til 2017 sluppu íbúgvarnir í Turkmenistan undan at gjalda fyri hita og el, men hesum steðgaði núverandi forseti, Gurbanguly Berdymukhammedov, sum er kendur fyri at brúka nógvan pening til ein nýggjan stjórnarbygning, nýggjan luksus flogvøll, standmyndir og onnur arkitektonisk stórverk úr gulli og marmor.

Tað búgva umleið seks milliónir fólk í Turkmenistan.