Tað var ein kvinna úr Sýria, ið framdi bumbuspreingingina í Istanbul í gjár, sum drap seks fólk og særdi 81.
Hesum hevur løgreglan í Istanbul boðað frá, skrivar tíðindamiðilin Reuters.
Kvinnan stendur tó ikki einsamøll við ábyrgdini. 46 persónar vera í løtuni hildnir aftur av løgregluni í samband við bumbuálopið.
Sambært Suleyman Soylu, innanríkisráðharranum í Turkalandi, so metur man, at tað er kurdiska rørslan Kurdiski Arbeiðaraflokkurin (PKK), sum stendur aftanfyri álopið.
- Vit hava varhugan av, at boðini um atsóknina komu úr Kobane, sigur Suleyman Soylu sambært Reuters.
Í býnum Kobane har norðuri í Sýria - nærindis turkiska markinum - hava seinastu árini verið samanbrestir ímillum kurdiska YPG-herin og turkiskar deildir.