Hollendska landsliðið hevur verið fyri stórum atfinningum fyri teirra avrik til hetta EM-endaspælið.
Men eftir einum fult uppiborðnum 3-0 sigri á Rumenia, har framrættaða spælið brúsaði, eru teir appilsingulu víðari til kvartinaluna í Týsklandi.
Hollendski sigurin kundi væl verið størri, men fleiri ferðir kom ein rumenskir spælari fyri, áðrenn bólturin fór í netið.
Turkiski EM-dreymurin er eisini á lívi.
Við einum 2-1 sigri á Eysturíki, vunnu teir seinasta plássið ímillum tey seinastu átta.
Verjuleikarin Merih Demiral skoraði bæði málini. Tað fyrsta kom longu áðrenn liðini høvdu leikt í ein minutt.
Í kvartfinaluni møta Turkaland og Holland hvørjum øðrum.