Nú er meira enn sannlíkt, at Svøríki og Finland gerast limir í NATO áðrenn langt umlíður.
Londini gjørdu stutt eftir russisku innrásina í Ukraina í februar av at søkja um limaskap í norðuratlantisku verjusamgonguni, men tað gekk ikki heilt so lætt, sum onkur kanska hevði roknað við.
Í roynd og veru var tað bara Turkaland, sum var ímóti, og tað var serliga viðvíkjandi svenskum limaskapi, tí sviar sambært turkiska forsetanum vóru ov eftirgevandi móti kurdiska arbeiðaraflokkinum, PKK, sum stendur á yvirgangslistanum hjá bæði Turkalandi og hjá ES.
Tí kravdi Recep Erdogan, forseti í Turkalandi, at sviar góvu seg áðrenn hann kundi góðtaka limaskapin. Men heilt har til kom tað ikki.
Svenskir og danskir miðlar endurgeva Jens Stoltenberg, aðalskrivara í NATO, fyri at siga, at Turkaland, Svøríki og Finland hava undirskrivað eitt skjal, har serlig atlit vera tikin fyri turkiska ivanum, og tí tekur Turkaland nú eisini undir við at Svøríki og Finland fáa limaskap í hernaðarsamgonguni.
Nato-leiðararnir eru í løtuni í spanska høvuðsstaðnum, Madrid, har toppfundur verður í morgin.
Við skjalinum í kvøld er seinasta stóra forðingin fyri svenskum og finskum limaskapi í NATO ruddaðar av vegnum. Tað merkir tó ikki, at limaskapurin er komin endaliga komin upp á pláss, tí nú byrja tær veruligu samráðingarnar um limaskap, men tað merkir, at londini hava fingið status sum kandidatar til limaskap.