Turkaland gevur donskum sendiharra fundarboð áðrenn mótmælið hjá Paludan
Rasmus Paludan fer í dag at brenna eina koran frammanfyri turkisku sendistovuni í Keypmannahavn
Ragnar Sjúrðarson
27. januar 2023 kl. 14:30
Turkaland biðjur um fund við danska sendiharran í Turkalandi. Hetta váttar danska uttanríkismálaráðið fyri DR.
Fundarboðini koma í samband við, at danskt/svenski politikarin, Rasmus Paludan, hevur kunngjørt, at hann í dag fer at brenna koranina frammanfyri turkisku sendistovuni í Keypmannahavn.
- Danmark hevur gott samband við Turkaland, og tað broytir hetta ikki uppá. Okkara uppgáva er nú, at tosa við Turkaland um hvussu viðurskiftini eru í Danmark tá tað kemur til okkara frælsa fólkaræði, sigur Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri.