Tað verða hildnir fleiri fundir við Svøríki og Finnland um teirra Nato umsókn. Tað sigur turkiski uttanríkisráðharrin, Mevlüt Cavusoglu, og boðskapurin er søtur musikkur í oyrunum á svium.
- Tað er ein kærkomin og góður boðskapur frá Turkalandi, sigur svenski uttanríkisráðharrin, Tobias Billström, við tíðindafólk í Bruxelles, skrivar svenska SVT.
Turkaland hevur áður sagt, at mann bert vil samtykkja finsku Nato umsóknina.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Anthony Blinken, er sannførdur um, at Svøríki og Finnland skjótt verða partur av verjusamgonguni Nato.
- Vit fara framhaldandi at arbeiða saman fyri at styrkja og víðka um okkara verjusamgongu, m.a við tilgongdini av Svøríki og Finnlandi.