Fyrsta av trimum hálvfinalum millum grannarnar í Neistanum og Kyndli var í kvøld. Kyndil vann 27 – 19, og tað skal heilt nógv venda øðrvísi, tá ið liðini hittast sunnudagin, um talan skal verða um triðju hálvfinaluna.
Eftir fyrra hálvleik var støðan 16 – 8 til Kyndil, og so var spenningurin um, hvør fór at vinna, burtur. Hvussu stórur sigurin er hevur ikki týdning í hálvfinaluuppgerðunum, tí tað snýr seg um, hvør fyrst vinnur tveir dystir.
Verjuspælið hjá Neistanum var alt annað enn sannførandi í kvøld. Og tá ið so stríðskvinnan og málslúkurin hjá Kyndli var í heilt góða lagnum, so gekk tað sum eftir ánni í álopsspælinum hjá Kyndli.
Turði Arge Samuelsen skoraði 16 ferðir ella næstan tveir triðingar av málunum hjá Kyndli. Fimm av málunum skoraði Turið við brotskasti. Næstbesti málskjútti var Nadja Pejovic, sum skoraði fimm mál.
Hjá Neistanum var Nuunu Marie Lukasen besti málskjútti. Hon skoraði fýra mál, og so vóru tað fýra spælarar, sum skoraði trý mál í part.
Dómaraseðilin
https://files.hsf.fo/matches/reports/ooxS6obzfjM6AYtkg1mr.pdf