Turið fattast orð

Hon hevði ongantíð ímyndað sær, at tað fór at bera til at vera við til sovorðið avrik og úrslit sum ímóti Kroatia í dag

Jóannes Hansen
1. desember 2024 kl. 16:42

Ein av royndastu føroysku spælarunum í EM endaspælinum í Sveis er vongurin í vinstru Turið Arge Samuelsen. Í dag var hon saman við Janu Mittún føroyskur toppskjútti við fimm málum.

-Mær fattast orð, tí hetta er so nógvar ferðir størri, enn eg hevði droymt um, tá ið eg fyrstu ferð royndi meg á landsliðnum fyri 13 árum síðani, sigur Turið Arge Samuelsen í samrøðu við Kringvarpið, og so koma orðini alíkavæl:

-Hetta er stuttligasti hondbóltsdysturin, sum eg havi verið við í. Og hetta vísir, hvat kann spyrjast burturúr, tá ið tað eru nøkur, sum rokna við og trúgva uppá, at tað eigur at bera til. Í dag kendu vit beinanvegin, at møguleiki var fyri avriki, sum kundi bera stig við sær. Og vit stórfegnast um, at tað ber til hjá okkum á vøllinum at bera teimum avrik og stig aftur, sum hava víst okkum álit og hava syrgt fyri, at tað yvirhøvur ber til hjá okkum at vera við her í Sveis. Eisini er tað hugaligt, at familja og kenningar, bæði her í høllini og heima í Føroyum, hava møguleika at vera eygnavitni, tá ið tað gongur soleiðis, sum tað nú gjørdi, sigur Turið Arge Samuelsen.

 

Kroatia – Føroyar 17-17 (9-8)

Føroyar: Turið Arge Samuelsen 5, Jana Míttún 5, Pernille Brandenborg 4, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 2, Súna Krossteig Hansen 1, Elsa Egholm, Brynhild Pálsdóttir, Marita Mortensen, Bjarta Osberg Johansen, Brynja Høj, Lív Bentsdóttir Zachariasen, Maria Pálsdóttir Nólsoy, Bjørk Franksdóttir Joensen, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen

Málverjar: Annika Fríðheim Petersen 15/28 53,57 prosent

Rakul S. Wardum 1/3 33,33 prosent

Á beinkinum: Claus Leth Mogensen, venjari, Simon Olsen, hjálparvenjari, Jens á Skipagøtu, málmansvenjari,Beinta Bendix Laursen, liðleiðari