Tað var ætlanin, at nýggja vodkaið hjá Faer Isles Distillery, North Atlantic Subsea Vodka, skuldi á hillarnar í rúsdrekkasølunum kring landið í morgun.
Men so verður ikki.
Faer Isles Distillery sigur fyrrapartin í dag, at í dag eru komin boð frá Heilsufrøðiligu starvsstovu, at vatnið, sum verður brúkt til vodkaið, má bert koma frá løggildum tappistaði, og tað ger vatnið til North Atlantic Subsea Vodka ikki.
Vatnið til North Atlantic Subsea Vodka kemur úr einum leka, sum varð funnin í sambandi við boringina til Sandoyartunnilin.
Dánjal Hoydal, stjóri í Faer Isles Distillery, sigur við Dimmalætting, at Faer Isles Distillery kannaði vatngóðskuna hjá Thetis, og at vantgóðskan var góð.
Sostatt fylgdi Faer Isles Distillery drekkivatnskunngerðini í sambandi við framleiðsluna.
Men framleiðslan krevur løggilt tappistað, hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan staðfest, sum eisini setti seg í samband við Faer Isles Distillery, tá teimum gjørdist greitt, at at vodka við tunnilsvatni var á veg á marknaðin.
Tað tykjast eitt sindur undarligt, at boðini um at afturhalda framleiðsluna koma á sama degi, sum vøran kemur á marknaðin. Men Dánjal Hoydal ger greitt, at nýggja vodkaið varð ikki almannakunngjørt fyrr enn mikudagin, og at Heilsufrøðiliga starvsstovan ikki visti av hesum fyrr enn tá.
Tað næsta hjá Faer Isles Distillery verður tí at fáa kelduna til vatnið løggilda, soleiðis at framleiðslan kann halda fram sum áður ætlað.
Hvat skal henda við teimum fyrstu 700 fløskunum, sum vórðu tappaðar, er framvegis óvist, men Dánjal Hoydal sigur seg vóna, at tað fer at bera til at sleppa undan at burturbeina tær, nú vatngóðskan er kannað og hevur víst seg at vera góð.