Ongi úrslit

Tunnilin verður tikin í brúk í juni

Hann er eitt ár seinkaður og 120 milliónir dýrari enn upprunaliga mett

Áki Bertholdsen
21. mars kl. 11:43

Í juni mánað verður Fámjinstunnilin tikin í brúk. Tað er í hvussu so er hetta, sum liggur í kortunum hjá Landsverki.

Sigurd Ó. Vang, deildarleiðari á Verkætlanardeildini á Landsverki, sigur, at tað hevur gingið heldur strilti í seinastuni, tí tað er ein trupulleiki at fáa asfalt til Suðuroyar í teimum nøgdum, brúk er fyri til Fámjinstunnilin.

Orsøkin er, at asfalt kann ikki flytast við Smyrli og tí skal serflutningur til. Men bæði ringt veður, og frost, hava eisini seinkað arbeiðnum.

Men nú er sjálvur tunnilin liðugur, tunnilsmunnarnir eru gjørdir og tunnilin er asfalteraður. Og mánadagin, fer byggifyritøkan, J&K Petersen formliga at handa Landsverkið sjálvan tunnilin - og so er arbeiðið hjá teimum, liðugt.

Men tað, sum nú er eftir at gera, er at leggja allar tær elektrisku installatiónirnar í tunnilin, tað er bæði ljós og trygdarskipanir.

Tað er eitt arbeiðið, sum tey á EL-Service á Skála eru farin undir, og samstundis skal tunnilin vatntryggjast betur og tað arbeiðið verður gjørt samstundis.

Alt tað arbeiðið skal verða liðugt um smáar tríggjar mánaðir, ella í juni mánað, og tá kann tunnilin takast í brúk.

Sigurd Ó Vang, sigur, at tað, sum so er eftir at gera, er at breiðka vegin frá tunnilsmunnanum og oman til Fámjins. Ætlanin er at breiðka vegin, so langt, sum tilfar játtan røkkur, men endamálið er at koma oman til svingið við Hundagjógv. Tað er tað síðsta svingið, áðrenn komið verður oman í sjálva bygdina og tað er har, bingjuplássið hjá IRF er.

Deildarleiðarin á Verkætlanardeildini sigur, at vegurin verður ikki gjørdur heilt liðugur, men hann verður breiðkaður og gjødur so at tað verður hampiligt at koyra eftir tí partinum av vegnum, sum hann er breiðkaður.

Samráðingar eru við hagarnar um at útvega lendi og vónandi verður farið undir tað arbeiðið í summar, og tað varar í nakrar mánaðir.

Men Sigurd Ó Vang leggur dent á, at hetta forðar ikki fyri, at tunnilin kann takast í brúk. Sostatt er hevur Landsverk sett í kalendaran, at Fámjinstunnilin skal lata upp fyri almenninginum í juni, kanska seinast í juni - men endaligi dagurin er ikki ásettur enn.

Fámjinstunnilin er 1.200 metrar langur og verkætlanarleiðarin sigur, at nú avtornar fer hann at kosta 285 milliónir. Hetta eru 120 milliónir meiri enn upprunaliga mett, samstundis sum at arbeiðið er seinkað eitt heilt ár.

Men tey hava eisini verið forfylgd av óhappum, sum bæði hevur seinkað arbeiðnum nógv, og sum hevur gjørt tað nógv dýrari.

Eitt er, at fjallið hevur verið so ringt at bora ígjøgnum og statt hevur tað kravt heilt serlig tiltøk fyri at gera hann tryggan. Men tað er eisini hent, minst tvær ferðir, at stóran nøgdir av leysum tilfari eru rapaðar undan loftinum, sum tað hevur tikið vikur og mánaðir at rudda burtur.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk skulu ikki bæði fáa góða løn - og fólkapensjón

18. mars kl. 16:50

Hans Jacob W. Hjelm til minnis

19. mars kl. 09:43

Eg eri drigin upp á tráð av samgonguni

19. mars kl. 15:54

Løgreglan var fleiri ferðir eftir fullum tannáringum í nátt

Í gjár kl. 09:26

Hetta kjakið hevur verið bæði harmiligt og skaðiligt

21. mars kl. 10:29

Ávara ímóti einum slagi av pannum

21. mars kl. 12:45