Gongst sum ætlað, er veturin, sum júst er farin aftur um bak, tann seinasti veturin, har tey í Dali skulu eftir smala og vandamikla vegnum ígjøgnum bergið fyri at koma til og frá.
Landsverk hevur nevniliga eina vón um, at tá kunnu tey koyra trygt, undir taki, ígjøgnum nýggja Dalstunnilin - men tað veldst um, hvar Løgtingið sigur.
Hetta hevur verið eitt drúgt arbeiðið, tí tað var longu tann 16. mai í 2019, at fyrsta flagið varð loyst, men ikki fyrr enn hálvtannað á seinni, tann 4. novembur í 2020, varð fyrsta skotið latið av.
Dalstunninin er 2.200 metrar langur og átta metrar breiður, og afturat tunlinum, skulu eisini 150 metrar av vegi gerast húsavíkarmegin, og 100 metrar av vegi dalsmegin.
Síðan skulu umleið 2.500 metrar av vegi afturat breiðkast.
Tá metti Landsverk, at arbeiðið fót at taka fýra ár, men tað var treytað av, at nøktandi játtan fekst til endamálið.
Men tað hevur ikki altíð gingið sum ætlað við játtanini, og av tí sama verður tunnilin minst eitt ár seinkaður.
Sigurd Ó Vang, leiðari á Verkætlanardeildini hjá Landsverki sigur, at í løtuni verður arbeitt við at gera tunnilsmunnarnar og portalarnar.
Tað er Landsverk, sum ger ein part av tí, men arbeiðið at stoypa portaltekjurar, og at seta tær upp, verður bjóðað út í næstum.
Samstundis skal tað síðsta strekkið í tunlinum, vatntryging. Tað verður liðugt um ein mánað og arbeitt verður eisini við at leggja kaðalgrøvin til streymkaðal, samskiftiskaðalar og dren. Tað manglar umleið ein triðingur av tí arbeiðnum.
Harafturat eru tey farin undir arbeiðið at sortera grót til vegbreytina, og tað arbeiðið verður bjóðað út um nakrar vikur.
Um nakrar vikur verður eisini arbeiðið at leggja elektrisku installatiónirnar og trygdarskipanirnar upp, bjóðað út.
Í heyst verður arbeiðið at asfaltera vegir og tunnil, bjóðað út. Og eitt arbeiði, sum eisini manglar, er at sproyta ein triðing av tunlinum við betongi.
Sigurd Ó Vang sigur, at tunnilin kann verða liðugur seint í heyst. Men skal tað eydnast, verður neyðugt at Løgtingið letur eina eykajáttan til tunnilin.
Í ár hava tey 35 milliónir at arbeiða fyri, men tað mangla einar 25-30 milliónir í fyri at gera tunnilin lidnan.
Sigurd Ó Vang sigur, at í hesum sambandi hava tey søkt um eina eykajáttan upp á 25-30 milliónir og tað er so til viðgerar í politisku skipanini.
Spurningurin er so um Løgtingið játtar peningin, so at tunnilin verður liðugur í ár, ella um hann skal gerast liðugur næsta ár ístaðin.
Tilsamans varð verkætlanin mett at kosta einar 180 milliónir. Men tað er við tí fyrivarni, at nøkur arbeiði eru eftir at bjóðað út - men Sigurd Ó Vang sigur, at tey hava eina góða hylling á, hvat tey fara at kosta, og hann sigur, at enn stendur tann upphæddin við.