Tummas Lervig um evropeiskt bólkaspæl: - Í ár skal tað vera

Formaðurin í KÍ sigur, at trúgvin á, at KÍ fer at spæla seg í eitt evropeiskt bólkaspæl aldrin hevur verið størri

Ragnar Sjúrðarson
20. juli 2023 kl. 11:17

KÍ gjørdi øllum fyri skommum í gjár, tá føroyameistararnir bastu ungarska stórfelagnum Ferencvárosi. Ein dystur, sum seinni vísti seg at verða tann seinasti fyri venjaran hjá Ferencvárosi, Sztanyiszlav Csercseszov, sum misti starvið fáar tímar eftir dystin.

Formaðurin í KÍ, Tummas Lervig, viðgongur, at sjálvt hann ikki sá úrslitið í gjár fyri sær áðrenn dystin.

-    Lat ongan iva vera um, at málið hjá okkum allatíðina hevur verið at vinna okkum víðari í Evropa, men trúgvin á at tað skuldi henda í gjár, á einum so at siga fullsettum leikvølli í Budapest, var sjálvsagt ikki so sterk.

Formaðurin í KÍ hevur vitnað nógvar tættar evropeiskar dystir hjá KÍ undanfarnu árini. Dystirnir hava havt tað til felags, at tá tað veruliga hevur staðið á, hevur tað altíð verið stong út hjá KÍ. 

-       Í ár skal tað vera. Endiliga fall ein lagnudystur í Evropa til okkara fyrimun. Undanfarnu árini hava vit verið sera óhepnir. Tað hevur verið stong út, vit hava tapt í brotssparkskapping, vit hava tapt við einum málið o.s.f.r, men vit hava allatíð havt trúnna á, at eitt føroyskt lið kann megnað hetta her, og her standa vit í dag.

Allur leikvøllurin fagnaði KÍ leikarunum

-    Vit vóru fimm umboð frá felagnum, eini 20 fjepparar vóru við á ferðini og so fingu nøkur fólk atgongumerki, sum vóru og ferðaðust í økinum. Áskoðararnir hjá okkum vóru góðir, men vit umleið 30 KÍ-arar megnaðu lítið í móti 18.000 Ferencváros fjepparum. Men við dystarlok gjørdi tað onki um vit vóru so nógv færri, tí tá klappaðu øll fyri okkara fantastisku monnum.

-    Hvussu eru vónirnar víðari í Champions League?

-    Vit trúgva uppá tað, sjálvandi. Har er onki ivamál, sigur ein flennandi Tummas Lervig at enda.