Tummas heiðraður fyri ársins vinnuliga átak

Nýggja sløkkiskipanin hjá Tummasi Justinussen BATTERY BRINER We keep you cool varð fyri løtu síðani kosin at vera besta vinnuliga átakið

Tummas Justinussen saman við Jón Sigurðsson, nevndarformanni í Føroya Arbeiðsgevarafelag, og Niels Winther, stjóra í Vinnuhúsinum. Mynd: industry.fo
Jóannes Hansen
29. september 2023 kl. 14:44

Tað er vinnudagur í dag, og fyri løtu síðani varð kunngjørt, hvat er ársins vinnuliga átak í ár.

Dómsnevndin hevur gjørt av, at ársins vinnuliga átak í 2023 er nýggja sløkkiskipanin BATTERY BRINER – we keep you cool.

Tað er Tummas Justinussen, nevndarformaður í Smyril Line, sum hevur ment skipanina. Fokus hevur verið á, hvussu tað kann sleppast undan stóra vandanum, sum tað hevur verið sagdur, at tað er at flyta elbilar, sum eru battaríriknir.

Skipanin ber nógvar menningarmøguleikar við sær fyri størri trygd eitt nú umborð á skipum, tokum og flogførum.

Í grundgevingini varð sagt, at talan er um hugflog og nýhugsan, sum stavar frá heilt aðrari vinnu. Tað var í sambandi við við niðurfrysting av krabbum, at hugskotið spratt. Tá er neyðugt við vatni, salti og kulda. Hetta bar við sær skipanina, sum eitur BATTERY BRINER – We keep you cool.

Sagt verður at nýggja átakið ber við sær, at tað nú ber til at flyta bilar við Norrønu uttan størri vanda enn tað er at flyta aðrar bilar. BATTERY BRINER – We keep you cool fer nú at vera á øllum skipunum hjá Smyril Line, og í grundgevingini varð sagt, at tað er stórur áhugi fyri hesum aðra staðni frá í heiminum.

Vinnudagurin er í Norðurlandahúsinum, har tað er fult hús.

Her er grundgevingin hjá dómsvendini

VINNUÁTAKIÐ 2023

Í mong ár hava flest øll hoyrt um fyribrigdið ”Global Warming”. Hóast summi eru ósamd, so hava vísindafólk í mong ár rópað varskó og heitt á politiskar leiðarar, fyritøkur og einstaklingar um at gera átøk fyri at betra um støðuna viðvíkjandi alheimsupphitingini.  Orðaskiftið fyllir meir og meir í almenna rúminum, og hóast fleiri átøk verða gjørd fyri at tálma globalu upphitingini, tikist tað sum um at vit áhaldandi renna aftaná í kappingini við at avmarka umhvørvisligu ávirkanina vit hava á klótina. Hetta hóast ST-heimsmál, París-sáttmála og alskyns CO2 avgjøld eru sett í heimin fyri at avmarka umhvørvisdálkingina.  Upphiting ella ikki, so sleppst ikki undan at sjóneykan seinnu árini veruliga er sett á umhvørvið, og orð sum ‘grøna orkuskifti’, ’burðardygd’, ’vakstrarhúsgass’ og ’net-zero útlát’ kenna øll til í dag. Staðfestast kann at grøna orkuskiftið er vorðið eitt álvarsligt skundmál, og ávaringarljósini hjá veðurlagsfrøðingum blunka bæði skjótari og blankari enn nakrantíð. Í summar var ST-aðalskrivarin, António Guterres so bersøgin at hann staðfesti at ”tíðin við heimsupphiting er av - nú kókar heimurin”. Stóra og einfalda alheimskøliskipanin er tó fyribils ikki at síggja í havsbrúnni. Men nú skal leggjast á annan bógv, og rákið kring alt samfelagið er týðiligt – nú skal burðardygd á skrá! Hjá einkulta føroyinginum skal matoyðsl avmarkast. Ruskið skal skiljast og endurnýtast, og tað skulu mótaklæðini sjálvsagt eisini. Jú eldri og fleiri hol eru á buksubrókunum, tess fínari gerast tær. Enntá gomlu innandura skógvanir eru blivnar eitt stórt hitt hjá teimum ið veruliga duga at skilja nýggju kósina. Øll orka skal sjálvsagt vera burðardygg. Og loysnirnar eru nógvar. Tí standa sólorkupanel nú í Sumba, biogassverk á Hjalla, fleiri nýggjar vindmyllulundir og í Vestmannasundi vera royndir við sjóvarfalsorku eisini gjørdar. Tørvurin á grønari orku tykist ongan enda at hava til mongu el-riknu tólini sum kunnu verða alt frá smart-telefonum, teldum, bátum og alskyns maskinum.

Eisini bilaframleiðarar brynja seg til grønu framtíðina. Nú skal koyrast í el-akførum, har orkan verður framleidd úr burðardyggum orkukeldum. Ístaðin fyri at fylla tangarnir við svartari orku, skulu stóru battaríini løðast við grønari orku.  Men kent føroykst orðatak sigur at “Vandi er í hvørjari vælferð”, og soleiðis kann eisini verða við hesum góðu og kraftmiklu battaríum. Grøna orkuskiftið hevur skapt ein stóran og heimsumfatandi trupulleika sum tey flestu vita um, men ikki vita hvussu vit skulu loysa. Tí hóast battaríini kunnu fyllast við grønari orku, so kunnu tey eisini – um illa vil til – kykna og fara at brenna. Og tá eru tey næstan ikki til at køva aftur. Eitt lithium bil battarí kann sostatt brenna í meir enn 24 tímar. Hetta kann henda allastaðni, tó at tað serliga er umborð á flogførum og skipum at umrøða hevur verið um stóra vandan, um eldur kyknar í battarínum á einum el-riknum tóli. Tað er sum um, at ongin rættsiktaður torur at ímynda sær hvat hendur um eldur kyknast í ein el-bil í einum undirsjóvartunli langt undir Atlandshavið, ella umborð á einum stórum ferðamannaskipi. Til dømis umborð á Norrønu.  Men soleiðis er tíbetur ikki. Tí ikki at taka trupulleikan í álvara er ikki ábyrgdarfull leiðsla. Og tí er tað, at toymi aftan fyri Vinnuátakið 2023 hevur brúkt óteljandi tímar at royna at finna júst tí røttu loysnina til at loysa hesa stóru avbjóðing.

Góð hugskot kunnu spretta allastaðni, og viðhvørt eru loysnirnar einklari enn vit rokna við, og kunnu vera nærri enn vit geva okkum far um. Vit eru í Føroyum umgird av sjógvi - Einari rúgvu av saltvatni. Og tað eru grundevnini handan ársins vinnuátakið. Hugskotið til ársins átak kom eisini frá royndum úr aðrari vinnu – at frysta krabba, og er í einfaldari týðing ein heilt ávís blanding av vatn, salt og kulda, sum á serliga effektivan hátt kann miðsavna eina stóra nøgd av kulda og harvið betur kann køva eld. Ársins Vinnuátak hevur sostatt tikið eina stóra avbjóðing í álvara, og hevur í ávísan mun funnið ein hátt at sløkkja eld í el-bilum, og harvið minka munandi um møguleikan fyri vanlukkum. Tí metur manningin og leiðlsan umborð á Norønnu eisini, at tey nú eru før at flyta el-akfør uttan at økja um vandan í mun til aðrar bilar. Men hugskotið og møguleikanir handan Vinnuátakið 2023 steðga ikki umborð á Norønnu. Sostatt er ætlanin at hini skipini hjá Smyril Line, ið flyta el-bilar skjótt eisini skulu hava hesa brandsløkkiskipan. Uttanfyri Føroyar er eisini stórur áhugi fyri skipanini sum patent eisini er fingið til. Skipanin verður hartil víðari ment, so hon eisini kann brúkast í eitt nú flogførum, tokum, handilsmiðstøðum ella aðrastaðni har tørvur er í almennum rúminum. Dómsnevndin hevur í sínari grundgeving lagt dent á, at eld-sløkkiskipanin kann nøkta ein stóran og vaksandi tørv, sum serliga er eyðsýndur umborð á stórum skipum, men sanniliga eisini aðrastaðnis. Serliga er tað hugkveikjandi at síggja, at í staðin fyri at síggja forðingarnar við fleiri og fleiri el riknum tólum og serliga bilum, so hevur toymi handan átakið heldur roynt at finna loysnir. Úrslitið er ein brand-sløkkiskipan sum í framtíðini vónandi kann økja um trygdina hjá mongum fólkum, ikki einans í Føroyum, men eisini úti í heimi. Við hesari framfýsnu og nýhugsandi tilgondini, hevur toymið handan Vinnuátakinum skapt ein vinnumøguleika sum eisini vísur sosiala og umhvørvisliga burðardygd. Ein samd dómsnevnd hevur í ár valt at geva heiðurin sum Vinnuátakið 2023 til nýggju eldsløkkiloysnina ’Battery Briner’ hjá Tummas Justinussen.