Tú er bæði tað tú sigur og tað tú tigur

Tað er ógjørligt at vita, júst hvørja fjalda dagsskrá eitt annað menniskja hevur. Tí tað vit menniskju siga og gera, hongur ikki altíð saman. Hetta evnið viðger dansisýningin, sum verður framførd í Norðurlandahúsinum 1. mars, klokkan 19

Tíðindaskriv
22. februar 2022 kl. 13:03

Á pallinum stendur ein bólkur av norskum tannáringum frá ESC – ungdómsfelagsskapurin fyri samtíðardans, ið er eitt tilboð til norskan ungdóm við evni og áhuga fyri samtíðardansi. Á hvørjum ári verða umleið 12 dansarar í aldrinum 14-19 ár eggjaðir til at koma til upptøkuroynd. Felagsskapurin miðar ímóti at geva ungum íblástur og ein møguleika fyri at læra at dansa í eini royndskygdari yrkisframleiðslu. At vera teirra lopfjøl til eina framtíðar yrkisleið sum dansarar. Kanska sýningin kann geva íblástur til føroyskan ungdóm við áhuga í dansi?

Ungu norsku dansararnir trína á pallin við einari krevjandi dansisýning, ið bæði rúmar elementum frá samtíðardansi, fólkadansi og ítrotti, og sigur samstundis eina søgu um, hvussu vit menniskju spæla og skapa saman.

Dansisýningin er gjørd í samstarv við Bergen Dansesenter, BIT Teatergarasjen, koreografinum Sigurd Johan Heide (Kartellet) og tónaskaldinum Snorre Bjerck.