Aftur í gjár hendi tað seg, at ein maður var hjá løgregluni í Havn og meldaði, at hann varð vorðin lumpaður á einum sosialum miðili á internetinum.
Onkur, sum gav seg út fyri at vera ein kvinna, hevði sett seg í samband við hann, og tað endaði við, at persónurin í hinum endanum bað hann at senda meiri ella minni avdúkandi myndir av sær sjálvum.
Og tað læt hann seg lokka til, men tá ið myndirnar vórðu sendar, broyttist huglagið, tí næstu boðini hann fær, er, at sendir hann ikki eina rættiliga stóra upphædd á eina ávísa kontu, verða myndirnar sendar øllum hansara vinum og kenningum á sosialu miðlunum.
Løgreglan sigur, at fjáltur kom á mannin, so hann rindaði upphæddina. Talan var um eina rættiliga stóra upphædd, sigur løgreglan, men tey vilja kortini ikki siga, hvussu stór hon var.
Men aftan á setti hann seg í samband við løgregluna um málið. Tað er ikki nógv, løgreglan fær gjørt við mál, tí talan er um dulnevnd fólk sum kunnu vera hvar sum helst í verðini.
Tað hendir seg javnan, at fólk venda sær til løgregluna um hetta saman. Men ráðini frá løgregluni eru enn sum áður, at fólk skulu ALDRIN at senda myndir av sær sjálvum, sum ikki tola at verða almannakunngjørdar.
Men er skaðin hendur, skulu tey ikki rinda, tí løgreglan sigur, at tey vita einki dømi um, at myndir í roynd og veru eru send øðrum - men undir øllum umstøðum er tað frægari at taka skrædlið, tí tað er eingin trygd fyri, at tey ikki bara verða kravd eftir fleiri pengum tá ið tey fyrst hava goldið eina ferð.