Trygvi Danielsen vann Geytan og Maria Tórgarð vann Áskoðaravirðislønina

Tað gjørdist filmurin 111 góðir dagar eftir Trygva Danielsen, sum í ár vann høgt mettu virðislønina Geytan...

Innsent
25. februar 2018 kl. 09:11

Tað gjørdist filmurin 111 góðir dagar eftir Trygva Danielsen, sum í ár vann høgt mettu virðislønina Geytan.

Í grundgevingini, sum Birgir Kruse, formaður í dómsnevndini las, var m.a. sagt:

“Vinnarafilmurin peikar í ymsa ættir. Hann fylgir ikki klassiskari frásøguhevd, men eksperimenterar og gongur nýggjar leiðir við drúgvum tankum, sum eru ikki sørt revsandi mótvegis samfelagnum og tí kjaki, sum er í almenna rúminum beint nú. At síggja til undarliga og villingarsama filmsroyndin, loysir upp fyri eini orku, sum sprettir úr filminum, ið heldur enn langur, tykist merktur av frásøgugleði. Filmurin er erligur mótvegis sær sjálvum. Leikmyndir eru, ið standa reinar, skarar og sterkar. Geytavinnarin í ár er 111 góðir dagar, hjá Trygva Danielsen.”

Eftir allir 9 filmarnir vórðu sýndir, skuldu áskoðarnir velja tann filmin, ið teimum dámdu best. Tað gjørdist Maria Tórgarð, sum fekk hendan heiðurin fyri filmin “Maðurin við Blæuni”.