Tryggingarfelagið LÍV og Sp/f Jóan Petur Vang hava gjørt eina avtalu um bygging av 33 íbúðum á Hamrinum á Argjum. Talan er um verkætlan sum fevnir um tríggjar íbúðarbygningar við 11 íbúðum hvør, ið væntandi verða lidnar at taka í nýtslu á sumri 2026.
Hesum boðar LÍV frá í tíðindskrivi í dag.
- LÍV hevur leingi havt eitt ynski um at virka á og stuðla uppundir leiguíbúðarmarknaðin, og gjørdi á várið 2023 eina samstarvsavtalu við Bústaðir um 22 leiguíbúðir á Heimasta Horni í Tórshavn, verður sagt í tíðindaskrivinum.
- LÍV arbeiðir miðvíst við at gera enn fleiri íløgur innan leiguíbúðarmarknaðin í Føroyum og er avtalan um íbúðirnar á Hamrinum ein liður í hesum arbeiði.
- Fyrsta stigi í hesum arbeiði væntast at fara í gongd longu hálvan mai í ár og verða íbúðirnar væntandi klárar at flyta inn í áðrenn summarið í 2026.
- Hetta er eisini eitt neyðugt stig, tí sambært Búskaparráðnum, er mangulin uppá bústaðir ein týðandi fløskuhálsur, ið er við til at forða fyri framhaldandi fólka- og búskaparvøkstri í Føroyum, skrivar LÍV í tíðindaskrivinum.
Jan Jakobsen, stjóri í LÍV, sigur, at endamálið hjá LÍV er at tryggja kundum felagsins eina munagóða virðisøking av teirra eftirlønaruppsparing, og at íløgurnar eisini skulu koma kundum felagsins, og føroyska samfelagnum, til góðar.
- Vit meta tí, at tað passar væl inn í virkisøkið hjá okkum, at eftirlønaruppsparingarnar hjá kundum okkara, koma út at arbeiða í Føroyum og samstundis eru við til at loysa eina stóra samfelagsliga avbjóðing, sigur Jan Jakobsen.