Jan Otto Holm var trygdarumboð í kontrollrúminum hjá HB í gjárkvøldið. Meðan dysturin á vøllinum endaði við málleysum javnleiki, gekk tað sera hart fyri seg uttanfyri vøllin. Ein politistur var sligin tríggjar ferðir í nakkan og vaktir vóru slignir og sparkaðir, tá kroatisku bølmennini hjá Hajduk Split stormaðu Tórsvøll, skrivar KVF.
Jan Otto Holm sigur við Dimmalætting, at tey vóru til reiðar til eitt kroatiskt rok á Tórsvølli.
- Vit vistu undan dystinum, at hetta var ein “High risk” dystur og tí høvdu vit fyrireikað okkum sera væl. Talið av vaktum var óvanliga høgt við inngongdina hjá fjepparunum hjá Hajduk Split, og allir fjeppararnir vóru kannaðir sera gjølla. Fyriskipanin, vaktarhald og trygdin var eftir umstøðunum so góð sum til ber, og tað fegnast við um.
Dysturin púra óviðkomandi fyri slíkar búrkroppar
- Slíkir búrkroppar leggja als onki í hvat hendur á vøllinum. Teirra einastu ynskir eru at skapa konfrontatión, provokatión og fáa ein bardaga í lag. Tí var ein væl mannað løgregla eisini til staðar í gjár, sum var klár at traðka til um tað varð neyðugt – og tað bleiv tað. Ein má hava í huga, at hetta vóru professionellir búrkroppar í fótbóltshøpi, ið duga allar snildir. Allir skuldu gjøgnum eina røntgen kanning, um vaktirnir skulu megnað at funnið blussini, ið teir smuglaðu inn við, tí øll goymistøð vórðu tikin í nýtslu.
- Fekk løgreglan handtikið nakran undir dystinum?
- Mennirnir, sum tendraðu bluss, vóru so mikið snildir, at teir vistu at har vóru vakmyndatól, og so skjótt teir tendraðu eitt bluss so skiftu teir klæðir og dekkaðu andlitini. Tað kundi verið nakað so óskyldugt sum ein húgva ella eitt turriklæð, ið var brúkt at fjala samleikan, og tí var tað ikki nakað, ið kundi takast frá teimum við inngongdina. Hetta gjørdi tað sera torført at eyðmerkja fjeppararnar, men kroatisk løgregla var eisini til staðar og vit hava sent teimum upptøkurnar av fjepparunum.
- Nú eru teir farnir av landinum aftur og søgan er liðug fyri okkara viðkomandi.
Tórsvøllur er ein avbjóðing
Sambært Jan Otto Holm er trygdin á Tórsvølli ikki nóg góð tá stórar mongdir av fótbóltsbølmennum koma hendanvegin.
- Eitt sum stendur eftir í eftirmetingini hjá okkum er, at fysisku karmarnir á Tórsvølli ikki eru útgjørdir til eina slíka mongd av fólki, ið ynskja ófrið. Tað er avbjóðingin vit standa eftir við, sum má loysast.
- Vit hava áður havt útlendskar fjepparar her, ið hava skapt trupulleikar, men aldrin á hasum støðinum. Ein kan seta so nógvar vaktir og løgreglufólk, sum ein vil, men nøkur ting eru ótrúliga trupul at verja seg ímóti. Tá fysisku rammurnar ikki eru útgjørdar til búrkroppar í so stórari mongd, kunnu vit t.d ikki verja okkum ímóti at ein partur av kroatisku fjepparunum stormaðu inngongdina, sigur Jan Otto Holm við Dimmalætting.