Trygdarovasti vardi valúrsltið: Nú hevur Trump koyrt hann til hús

Tann nú koyrdi alnettrygdarovastin hevur fleiri ferðir víst uppáhaldini hjá Trump um valsvik aftur

Sigurjón Einarsson
18. november 2020 kl. 09:50

Trump, forseti, hevur sagt ovastan fyri almenna amerikanska stovnin fyri nettrygd og infrastruktur (Cisa), Chris Krebs, úr starvi.

Tað upplýsir forsetin í morgun á Twitter.

Trump sigur, at Krebs er koyrdur til hús, tí hann er komin við ósonnum viðmerkingum, tá tað kemur til trygdina av amerikanska forsetavalinum.

Twitter hevur skrivað eina ávaring til hetta twitterboðið og kallar tað “reingjandi”.

Chris Krebs hevur fleiri ferðir alment víst aftur uppáhaldini hjá Trump um, at valsvik hevur verið framt til forsetavalið, og tað hevur hann millum annað gjørt á Twitter.

- Amerika, vit hava álit til trygdina av tínari atkvøðu. Tað burdi tú eisini havt, skrivaði Krebs fríggjadagin í síðstu viku.

Tann koyrdi trygdarovastin letur ikki til at angra sína ger.

- Vit gjørdu tað rætta. Verja í dag, tryggja í morgin, skrivar hann á sosiala miðlinum, eftir at tað gjørdist greitt, at hann var sagdur úr starvi.

“Ússaligt”

Cisa stendur fyri alnettrygdina til amerikanska forsetavalið. Stovnurin var eisini ein partur av felagsskapinum av sambands- og statsligu myndugleikunum, ið vara av valinum. Hósdagin í síðstu viku segði Cisa, at hetta forsetavalið hevur verið tað tryggasta í amerikanskari søgu. 

Hetta fall ikki í góða jørð hjá Trump, og Chris Krebs skal hava greitt sínum starvsfeløgum, at hann væntaði at verða koyrdur.

At trygdarovastin nú er sagdur úr starvi, hevur vakt ans hjá demokratinum Adam Schiff, ið hevur verið sera atfinningarsamur mótvegis Trump.

Hann sigur, at tann koyrdi trygdarovastin hevur bara gjørt sítt arbeiði til lítar, fyri at tryggja amerikanska valið móti skeivum upplýsingum.

- Tað er ússaligt og tað var væntandi frá einum forseta, ið sær sannleikan sum sín fígginda, ljóðar tað frá Schiff.

Fleiri uppáhald um valsvik

Trump, forseti, hevur enn ikki viðurkent Joe Biden sum sigursharra á forsetavalinum tann 3. november.

Sambært fleiri amerikanskum miðlum hevur Joe Biden vunnið valið við 306 valfólkum móti 232 valfólkum hjá Trump.

Longu valnáttina segði Trump seg hava vunnið valið, og hann hevur fleiri ferðir – tó uttan at leggja sannprógv fram – sagt, at hann er blivin rændur fyri valsigurin vegna valsvik.

Seinasta sunnudag skrivaði forsetin, at Joe Biden vann forsetavalið, men at hann bert hevði vunnið, tí valsvik varð framt. Nakrar tímar seinni skrivaði Trump, at hann vann valið.

Trump og republikanski flokkurin hava sagt, at tey fara at leggja sak móti fleiri statum, har Biden vann. Hetta hevur millum annað havt við sær, at Georgia er í holt við at telja atkvøðurnar umaftur. Trump ynskir eisini, at atkvøðurnar verða taldar umaftur í Wisconsin.

Kelda: ritzau/Reuters