Trý prutl koyrdu alt ov skjótt

Løgreglan er farin at gera nógv burtur úr at kanna prutl

Áki Bertholdsen
9. november 2024 kl. 09:28

Tað er javnan, at fólk ringja til løgregluna at kæra sína neyð um prutl, sum koyra runt og órógva náttarfriðin. Ofta eru tey útborað og tunað fyri at koyra skjótari enn loyvt er.

Tí er løgreglan farin at gera nógv burtur úr at kanna prutl og hesa seinastu tíðina hevur tað næstan ikki verið dagur, at ikki okkurt prutl er tikið.

Og aftur í gjár vórðu trý prutl tikin fyri at koyra alt ov skjótt. Tað fyrsta varð tikið longu í gjáramorgunin tá ið løgreglan kannaði ferðsluna við skúlan á Toftum um tað mundi, børn og lærarar skuldu møta í skúla.

Løgreglan sigur, at har varð eitt prutl tikið og tað vísti seg, at tað koyrdi 46,6 kilometrar um tíman.

Men har varð eisini ein bilur steðgaður tí bilførarin koyrdi ímóti ferðsluni á einum strekki við einvegis ferðslu - hinvegin. Tað kostar honum eina bót og eitt klipp í koyrikortið.

Seinni um dagin varð ringt til løgregluna at melda ein skutara, sum koyrdi alt ov skjótt. Tann sum meldaði, fekk eisini sagt løgregluni, akkurát hvar skutarin var.

Løgreglan fór á staðið og fekk bæði skutara og førara og tað vísti seg, at skutarin koyrdi 65,4 kilometrar um tíman, ella meiri enn tvær ferðir so skjótt, sum loyvt er.  

Og upp aftur seinni varð eisini ein skutari tikin í Klaksvík fyri at koyra 56 kilometrar um tíman. Førarin hevðu heldur ikki koyrikort, so har fær eigarin bót fyri at hava lánt einum, sum ikki hevur koyrikort, prutlið.

Í øllum hesum førum var talan um lítil prutl, sum hava loyvi at koyra 30. Tá ið prutl verða tikin fyri at koyra ov skjótt, tekur løgreglan pláturnar og prutlið fær ikki plátur aftur fyrr enn tað er sýnað at Akstovuni so at váttan fæst fyri, at tað er í lógligum standi.