1. Vit eru møguliga umgird av milliónavís av svørtum holum
Ein arbeiðsbólkur av astronomum á University of Calfornia hava gjørt eina ógvuliga samansetta útrokning fyri at halda kosmiskt manntal.
Teir komu fram til, at okkara stjørnuskipan helst íður í svørtum holum, júst øvugt av, hvat astronomar upprunaliga hildu.
Tað merkir, at tað kunnu vera upp í 100 milliónir svørt hol í okkara stjørnuskipan, Vetrarbreytin.
2. Tey viga meira, enn tú kanst skilja
Svørt hol standa upp, tá sokallaðar reyðir superrisar (super kæmper), sum eru fleiri hudrað ferðir størri enn Sólin, smokka saman og spreingjast í eina "supernova".
Eitt svart hol við einum tvørmáti uppá ein cm. vigar 3.370.000.000.000.000.000.000.000 kg. - ella tað, sum svarar til helvtina av massanum av Jørðini.
Massin hevur eina tyngdikraft, sum er so sterk, at sjálvt ljós ikki sleppur út.
3. Tey eru ósjónlig
Svørt hol eru ógvuliga trupul at observera, av tí, at einki ljós sleppur úr teimum, og tí, at tey fylla so lítið í mun til sín massa.
Tað eru bara heilt serligir stjørnukikarir, ið kunnu avdúka svørtu holini út frá hvussu stjønur og gassir bera seg at rundan um tey.
Tá eitt svart hol og ein stjørna ferðat í ringrás um hvørt annað, verður ljós framleitt við nógvari orku, sum serlig útgerð fangar.