Tann 10. februar verður stórt tiltak í Løkshøll í Runavík, har ítróttarfelagsskapir og einstaklingar verða heiðraðir.
Í hesum sambandi eru hesi trý feløg í uppskoti til at fáa heiðurin sum ársins ítróttarfelagsskapur og tey eru Mjølnir, Hondbóltssamband Føroya og B71.
Tey, sum standa fyri tiltakinum, siga soleiðis um tey trý feløgini
Mjølnir
Mjølnir er eitt fevnandi felag, sum er sjónligt í lokalumhvørvinum. Venjingartilboð eru til børn úr 3 ára aldri og heilt upp til veteranar. Kvinnu- og mansliðini eru javnsett, og umstøðurnar góðar.
Mongu sjálvbodnu venjararnir verða eggjaðir til at taka venjaraskeið heima og uttanlands, og árliga verður skipað fyri menningarfundum,
Felagið skipar eisini fyri nógvum inntøkuskapandi tiltøkum – og nógvum trivnaðartiltøkum. Undan jólum er felagsvenjing og hugni, og kappingarárið endar altíð við hugnakvøldum.
Nevndin hevur verið støðug seinastu árini. Uppgávurnar eru greiðar, væl býttar og tey sjálvbodnu kenna sín leiklut. Felagið er nú eisini farið undir at orða, hvat tað merkir at vera aktivur limur í Mjølnir.
Mjølnir hevur seinastu árini droymt stórt og øðrvísi, við útlendskum venjarum og leikarum. Umframt at vera mest vinnandi felag í Føroyum, var Mjølnir í fjør fyrsta føroyska felag í Challenge Cup – og tað við góðum úrsliti.
B71
B71 er av sonnum ein savnandi felagsskapur fyri alla Sandoynna. Her eru bæði børn og vaksin virkin, og flestu fólk í oynni munnu onkursvegna hava eitt tilknýti til felagið – tað veri seg sum íðkarar, venjarar, áskoðarar ella hjálparfólk annars.
Hóast B71 fyrst og fremst er kent fyri fótbólt, fevnir felagið hartil eisini um flogbólt, hondbólt og futsal.
Fyri eina lítla oyggj sum Sandoynna - við smáum spjaddum bygdum - hevur tað ómetaligan týdning, at okkurt er, sum savnar øll. B71 skapar lív og samanhald í oynni, og tað skal ikki undirmetast hvønn sosialan, heilsuligan og lokalan týdning felagið hevur.
Tað sigur kanska nakað um savnandi megina, at hóast fólkatalið á Sandoynni er lágt, samanborið við onnur øki í landinum, hevur B71 kortini lið við í kappingini hjá øllum árgangum, bæði á gentu- og dreingjasíðuni í fótbólti.
Stórt fokus hevur verið á tey sjálvbodnu í felagsskapinum. Tey eru grundvøllurin, sum alt virksemið byggir á, og tey gera tað møguligt hjá einum so lítlum felagi at vera virkið. Seinnu árini er limatalið nógv vaksið, og tað merkist eisini aftur í trivnaðinum í felagnum.
HSF
Hondbóltssamband Føroya hevur seinasta árið av álvara verið í ljósmála. Ígjøgnum sendingar og samrøður hevur almenningurin fingið innlit í hugsjónir, virðir og strategiir hjá felagnum. Vit hava sæð afturum góðu úrslitini seinastu árini og eru vorðin hugtikin av stóra, miðvísa arbeiðinum.
Huglag og hugburður hjá øllum teimum, ið eru knýtt at sambandinum, eru treytaleyst positiv, tá um føroysk evni og møguleikar ræður. Sannføring teirra um, at føroyskur hondbóltur kann kappast ímillum tey stóru, man hugtaka tey flestu.
Landsliðini hjá bæði U19 og U20 hava tikið lut í endaspølum og fingið úrslit sum ávíkavist nr 7 og 8.
Eingin føroyingur man heldur nakrantíð gloyma bragdið í Berlin, tá føroyska A-landsliðið á fyrsta sinni tók lut í einum EM-endaspæli. Allur hondbóltsheimurin hugdi at, tá ið visjónir og strategiir hjá HSF gjørdust veruleiki – og føroyska liðið var fult á hædd við kappingarneytarnar.
Øll hesi úrslitini eru bygd á eina breiddarhugsan, sum sigur, at um tað er stuttligt fyri øll at spæla hondbólt, samstundis sum vit menna talentini, fara úrslit at spyrjast burturúr.