Trý hús mistu streymin av ferðsluóhappi

Ein bilur fekk stóran skaða

Áki Bertholdsen
28. november 2023 kl. 08:23

Í gjárkvøldið varð boðað frá, at tað var ómetaliga hált fleiri staðni, men løgreglan hevur bara kunnleika til tvey ferðsluóhapp.

Bæði vóru í Eysturoynni.

Beint fyri midnátt í gjárkvøldið hendi eitt ferðsluóhapp á vegnum við Rituvík. Talan var um ein bilførari, sum misti tamarhaldið á bilinum og fór á glið, út av vegnum.

Hann rakti eitt skáp hjá Sev, og ein hjall. Bilurin fekk stóran skaða, og el-skápið og hjallurin fingu eisini nakað av skaða.

Men ein avleiðing av óhappinum var, at trý hús mistu streymin, so fólk frá Sev máttu upp í leikin.

Bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, fór á Landssjúkrahúsið til kanningar, men hann var sloppin við skrekkinum.

Stutt eftir fór ein annar bilur út av Millum Fjarða, hann skuldi snara av Oyndafjarðarvegnum, inn á høvuðsvegin, men tað var so hált, at hann gleið út av og stóð fastur í rununi. Sostatt má hann sleipast leysur aftur, og tað skuldu tey fara í holt við nú í morgun.