Ash Regan, eitt av valevnunum til formanssessin í SNP
Trý fólk um boðið at leiða Skotland
Freistin at tekna seg sum valevni fór klokkan 12 í dag og harvið eru øll valevnini funnin
Ragnar Sjúrðarson
24. februar 2023 kl. 15:39
Í februar boðaði skotski forsætisráðharrin og leiðarin av skotska tjóðskaparflokkinum (SNP), Nicola Sturgeon, at hon trekkir seg frá postinum, tá ein avloysari er funnin.
Í tí sambandi boðaði skotski fíggjarmálaráðharrin, Kate Forbes og skotski heilsumálaráðharrin, Humza Yousaf, at tey eru áhugaði í at yvirtaka eftir Sturgeon.
Nú er eitt triðja valevni lagt afturat, skrivar BBC.
Talan er um Ash Regan, sum eins og síni mótstøðufólk er limur í skotska tinginum.
Komandi leiðarin av SNP skal veljast av limum flokksins í mars. Atkvøðusgreiðslan byrjar 13. mars, og úrslitið av valinum verður kunngjørt tann 27. mars.