Ongi úrslit

Trý fólk rakt av skotum í Rødovre

Ein skottilburður hevur fyrrapartin í dag skakað Rødovre, og løgreglan váttar, at trý fólk eru rakt av skotum. Løgreglan veit ikki at siga, hvør støðan hjá teimum særdu er.

Steinar Patursson
3. desember 2021 kl. 12:35

Trý fólk eru í rakt av skotum á Islevbrovej í Rødovre í dag.

Tað sigur danska TV2 nú á middegi.

Vestegnens Politi skrivar á Twitter, at trý fólk eru rakt í einum skottilburði, og at løgreglan er mannsterk til staðar.

Løgreglan skrivar kortini, at hon fær einki sagt um støðuna hjá teimum raktu, og sambært TV2 er ikki greitt, um skottilburðurin í dag hevur samband við skottilburðin á Nørrebrogade hósdagin, ið kostaði einum fólki lívið.

Upptøkur og myndir av staðnum vísa nógv løgreglufólk við automatvápnum og ein sjúkrabil.

Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

9. juli kl. 18:25

Læknar hava svikað fyri milliardir

5. juli kl. 17:00

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

9. juli kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

Í gjár kl. 09:30

Gjald áðrenn etið verður

6. juli kl. 11:55

Fyrrverandi føroyskur IDF-hermaður: Ísrael hevur onki val

7. juli kl. 13:00