Í gjár var løgreglan á rundferð í Vágum og kannaði ferðsluna. Og tað kostaði trimum fólkum bót.
Ein bilførari fekk bót fyri at brúka fartelefon ímeðan hann koyrdi og ein annar bilførari varð tikin fyri at koyra ov skjótt. Hann varð tikin fyri at koyra 101 kilometrar á einum strekki har tað er loyvt at koyra 80 og tað bjargaði honum akkurát einum klippi í koyrikorti, umframt sjálva bótina.
Men so tók løgreglan eisini eitt prutl, sum koyrdi nógv skjótar enn loyvt er. Tað prutlið var bygnaðarbroytt, sum løgreglan kallar tað - tað er tað, sum fyrr varð kallað at prutlið var útborað ella tunað.
Talan var um eitt lítið prutl, sum hevur loyvt at koyra 30, men hetta koyrdi tvær ferðir so skjótt, ella 58 kilometrar um tíman.
Sostatt var nummarplátan tikin av, og eigarin fær hana ikki á aftur fyrr enn prutlið hevur verið til sýn og tað er váttað, at tað ikki koyrir skjótari enn loyvt er.