Tvey flogfør úr Berlin lenda í kvøld
Fýra flogfør úr Berlin ætlast at lenda í Vágum í morgin umframt flogfarið, sum í dag noyddist til Bergen
Jóannes Hansen
16. januar 2024 kl. 22:32
Eftir kavarokið fyrr í dag, sum órógvaði ferðsluna, eru tað aftur floglíkindi í kvøld.
Fyrr í dag noyddist flogfar úr Berlin til Bergen. Tað flogfarið ætlast at lenda í Vágum í morgin klokkan 9.05.
Eitt flogfør úr Berlin er lent í Vágum í kvøld. Eitt aftrat ætlast at lenda klokkan 22.44. Triðja flogfarið, sum skuldi lenda í Vágum í kvøld, varð avlýst.
Trý flogfør úr Berlin eru sett at lenda í Vágum í morgin. Tað fyrsta klokkan 12.05, tað næsta klokkan 15.25, tað triðja klokkan 18.55 og fjórða flogfarið úr Berlin í morgin verður í Vágum klokkan 22.10.