Inntil í dag vóru tað fýra feløg, sum vóru í vanda fyri at flyta niður. Eftir 25. umfar eru tað trý feløg, sum framvegis eru í vanda fyri at flyta niður.
Hóast B68 í dag tapti 3-0 á heimavølli ímóti Víkingi, sum vann fyri 11. ferð á rað, so er tað nú greitt, at toftamenn eisini í 2024 vera í bestu deildini.
B68 hevur 21 stig, TB og B68 hava 16 stig, og AB hevur 14 stig. Málmunurin hjá B68 er -19, hjá TB er hann -44 og hjá ÍF er hann -45. ÍF og TB hittast um tvær vikur í 26. umfari. Tí ber tað ikki til, at meiri enn annað av hesum feløgunum fer at røkka 22 stigum, og AB hevur ikki møguleika at vinna fleiri enn 20 stig.
-Vit vóru undir strikuni eftir ólavsøku, og støðan í felagnum er ikki góð fíggjarliga. Men vit hava arbeitt væl og nógv seinastu vikurnar, spælararnir hava víst framúr hugburð, og nú er tað stórur lætti, at plássið í bestu deildini er tryggjað, tá ið vit fyrireika okkum til seinnu hálvfinaluna ímóti EB/Streymi. Einki er avgjørt, men eingin ivi skal vera um, at vit ógvuliga fegnir vilja sleppa í steypafinaluna ímóti HB, sigur Jákup á Borg venjari hjá B68 í samrøðu við Hera Á. Simonsen í FM1.
TB og ÍF hittast í Fuglafirði sunnudagin 22. oktober. Úrslitið í tí dystinum fer ivaleyst at hava ógvuliga stóran týdning fyri, hvat av hesum báðum feløgunum fer at flyta niður. Í síðsta umfari fer TB at spæla á heimavølli ímóti 07 Vestur, og ÍF fer at spæla á heimavølli ímóti B68. AB fer tvær tær næstu ferðirnar at spæla á útivølli ímóti B68 og á heimavølli ímóti B36.
Í toppinum meiri enn hálvkiksaði meistaraliðið í Klaksvík, tá ið tað endaði 1-1 á Argjum. Meiri enn helmingurin av teimum, sum plaga at vera millum teir fyrstu ellivu, vóru ikki við frá fyrsta bríksli, og tað sást aftur á KÍ avrikinum ímóti AB, sum av álvara spældi fyri lívinum.
-Vit ætlaðu okkum at vinna, og vit kenna tað soleiðis, at vit mistu sigurin, sum vit vóru á veg ímóti, og tað er jú FM vinnarin og luttakarin í Conference League, sum vit spældu ímóti. Vit hava ikki mist mótið, og vit ætla okkum framvegis at varðveita plássið í bestu deildini, sigur Filip í Liða hjá AB.
Hallur Hansson skoraði fyri fyrstu ferð, síðani hann fór at spæla við KÍ.
-Tað merktist væl, at liðið var nógv broytt. Spælið fleyt ikki væl, og vit funnu ikki loysnirnar. Eftir dystin segði Magne Hoseth, at um vit, sum spældu í dag, ætla okkum at spæla í Europa, so verður neyðugt við øðrvísi avrikum. AB arnir vóru óførir, men vit eiga at avrika betri, enn vit gjørdu í dag, sigur Hallur Hansson í samrøðu við Trygva Absalonsen í FM1.
B36 vann 3-1 ímóti 07 Vestur í Gundadali, og HB vann 4-1 í Trongisvági. B36 er framvegis favorittur at vinna silvurkrónurnar, og HB er framvegis í hølunum á Víkingi, sum er á bronsuplássinum.
Mikukvøldið verður seinna hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið millum B68 og EB/Streym á Svangaskarði. B68 vann fyrr í summar 3-0 í Hólmanum á Eiði.
Steypafinalan verður leygardagin 4. november millum HB og samantalda vinnaran av hálvfinaluni millum B68 og EB/Streym.
ÍF – EB/Streymur 0-0
B68 – Víkingur 0-3 (0-1)
0-1: Sølvi Vatnhamar 35.
0-2: Martin Klein Joensen 52.
0-3: Jákup Johansen 89.
B36 – 07 Vestur 3-1 (1-1)
1-0: Michal Przybylski 12.
1-1: Jón í Horni Nielsen 45.
2-1: Valerijs Sabala 67.
3-1: Jann J. Benjaminsen 84.
AB – KÍ 1-1 (0-0)
1-0: Filip í Liða 46.
1-1: Hallur Hansson 55.
TB – HB 1-4 (0-2)
0-1: Tróndur Jensen 9.
0-2: Tróndur Jensen 22.
0-3: Mikkel Dahl 50.
0-4: Mikkel Dahl 58.
1-4: John Villy Wøldike Leo br 89.
KÍ | 25 | 21 | 3 | 1 | 65 | 17 | 66 |
B36 | 25 | 18 | 2 | 5 | 52 | 24 | 56 |
Víkingur | 25 | 17 | 3 | 5 | 66 | 22 | 54 |
HB | 25 | 16 | 4 | 5 | 65 | 23 | 52 |
07 Vestur | 25 | 11 | 4 | 10 | 41 | 39 | 37 |
EB/Streymur | 25 | 7 | 4 | 14 | 25 | 44 | 25 |
B68 | 25 | 4 | 9 | 12 | 27 | 46 | 21 |
TB | 25 | 4 | 4 | 17 | 15 | 59 | 16 |
ÍF | 25 | 5 | 1 | 19 | 22 | 67 | 16 |
AB | 25 | 4 | 2 | 19 | 22 | 59 | 14 |
Sunnudagin 22. oktober
ÍF – TB:
Víkingur – EB/Streymur:
B68 – AB:
HB – 07 Vestur:
B36 – KÍ: