Fyrr í kvøld boðaðu trý stór fakfeløg, Starvsfelagið, Læararafelagið og Pedagogfelagið, at tey nú fara í samhugaverkfall við sjúkrarøktarfrøðingunum.
Tað hendir eftir at Løgtingið samtykti at avmarka verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.
Síðani hava trý fakfeløg afturat boðað frá samhugaverkfalli. Tað eru heilsurøktararnir, Maskinmeistarafelagið og miðnámsskúlalærararnir.
Limirnir í Heilsurøktarafelagnum á teimum trimum sjúkrahúsinum, og í Almannaverkinum, fara í samhugaverkfall frá á midnátt í kvøld, 2. novembur og 24 tímar fram, til á midnátt 3. novembur.
Lærarrnir á miðnámsskúlunum fara í samhugaverkfall frá klokkan sjey í morgin ári, fríggjamorgunin, til klokkan fimm seinnapartin í morgin, ella í 10 tímar.
Tað hevur tíverri við sær, at ongin skúlagongd verður í miðnámsskúlunum í morgin.
Fleiri limir í Maskinmeistarafelagnum fara eisini í samhugaverkfall í 24 tímar, frá á midnátt í kvøld til á midnátt í annaðkvøld, fríggjakvøldið.
Samhugaverkfallið fevnir allar maskinmeistarar í almennum starvi á landi. Stovnar ið eru umfataðir hesum sáttmála eru: Arbeiðs- og brunaeftirlitið, Landsverk, Sjóvinnustýrið, Landssjúkrahúsið og limir sum arbeiða hjá Strandferðsluni á landi.