Trý ára fongsulsrevsing fyri at kalla Auschwitz pólskt

Polakkar vilja á ongan hátt setast í samband við nazitýsku týningarleguna, hóast Auschwitz liggur í Pólandi.

Jákup Højgaard
1. februar 2018 kl. 11:19

Polakkar hava viðtikið nýggja lóg, at tað nú kann revsast við lóg, um fólk leggur pólsku tjóðina undir at hava nakað við nazitýsku týningarleguna í Auschwitz at gera.

Brot á lógina kann revsast við bót og í ringasta føri, trý ára fongsulsrevsing. Lógaruppskotið kom ígjøgnum við 57 stemmum fyri og 23 stemmum ímóti. Tvær stemmur vóru blankar. Tað skrivar AFP.

Endamálið við lógini er at tryggja sær at Póland og polakkar ikki skulu standa til svars fyri teir ræðuleikar, ið fóru fram í Auschwitz á sinni, sigur pólski uttanríkisráðharrin Jacek Czaputowicz.

Yvir ein millión jødar vórðu dripnir í Auschwitz og Birkenau, ið liggur nærhendis Auschwitz, undir 2. heimsbardaga. Tá var Póland hertikið av nazi-Týsklandi. Tí meta polakkar seg ósekkar í vanlukkunum, ið fóru fram í Auschwitz.

Lógaruppskotið hevur tó fingið harðan kritik frá Ísrael. Ísraelar eggjaðu polakkum til at lata uppskotið falla til atkvøðugreiðsluna, men tað bleiv av ongum.

Ísraelar meta at lógin fjalir pólska leiklutin í Auschwitz. Eisini meta ísraelar, at lógin setur mørk fyri talufrælsi.

Áðrenn lógin kemur ígjøgnum, skal hon undirskrivast av pólska forsetanum, Andrzej Duda. Mánadagin segði hann seg vera ovfarnan av ógvusligu mótøkuni hjá Ísrael. Póland hevur rætt til at verja søguliga sannleikan, segði hann í viðmerking til AFP.

Seks milliónir polakkar mistu lívið undir 2. heimsbardaga. Av teimum var umleið helvtin jødar. Um polakkar bara bjóðaðu jødum eitt glas av vatni, kundi tað revsast við deyðadómi.

Kelda: tv2.dk