Fyrrverandi amerikanski forsetin, Barack Obama, setti ta sera umstríddu heilsunýskipanina, Affordable Health Care (ACA), oftani rópt Obamacare, í verk. Hendan nýskipanin var kollveltandi fyri amerikanska samfelagið og breyt við nógvar normativar grundreglur í amerikanska samfelagnum. Nýskipanin gekk í høvuðsheitunum út uppá, at fáa allar amerikanarar umfataðar av einari heilsutrygd.
Nýskipanin gjørdi millum annað tað, at tað var kravt av arbeiðsgevarum, at veita kvinnuligum starvsfólkum ókeypis fyribyrging. Hendan partin av ACA hevur Donald Trump í gjár strikað. Tað skrivar danska blaðið, Berlingske Tidende.
Grundgevingin er, at arbeiðsgevarin skal hava rætt til at ikki vilja veita fría fyribyrging, skuldi tað verið etiskar ella átrúnaðarligar orsøkir til tess.