Umbønin hjá Donald Trump, um at sleppa framat Twitter aftur, sær ikki út til at verða gingin á møti. Ikki um tað stendur upp til fíggjarstjóranum í felagnum.
- Okkara reglar virka soleiðis, at tá tú ert tikin burtur frá pallinum, so ert tú tikin burtur. Hetta, hóast tú ert ein viðmerkjari, fíggjarstjóri ella ein núverandi ella fyrrverandi fólkavaldur, sigur Ned Segal í einari samrøðu við sjónvarpsstøðina CNBC í síðstu viku.
Trump varð útihýstur frá Twitter og mongum øðrum sosialum miðlum eftir uppreistin og ófriðin, sum viðhaldsfólk hansara vóru atvoldin til, tá tey lupu á Kongressina tann 6. januar í ár.
Áðrenn tað hevði Trump verið sera virkin á Twitter í nærum 10 ár, har hann javnan kom við ymiskum útsagnum um politikk, síni mótstøðufólk og førdi eisini valstríð á sosiala miðlinum.
Trump hevði yvir 80 milliónir fylgjarar, tá Twitter valdi at steingja hansara konto.
Talskvinna fyri Hvítu húsini: Vit sakna ikki Trump á Twitter.
Kelda: NTB