Trump skapti øði heldur enn troyst

Donald Trump vitjaði oynna Puerto Rico í gjár, ið er sera illa rakt av teimum mongu ódnunum, ið hava herjað seinastu tíðina

Guðrun í Jákupsstovu
4. oktober 2017 kl. 13:47

Ódnin Maria, tann seinasta í einari røð av oyðileggjandi ódnum, hevur gjørt ómetaligan skaða á karibisku oynna, Puerto Rico. Oyggin hevur verið uttan streym og telefonsamband og atgongdin til reint vatn er eisini skerd. Støðan er álvarslig.

Puerto Rico er ein sjálvstýrandi eind, men hoyrir undir USA. Amerikanski forsetin, Donald Trump, fór tískil í gjár til Puerto Rico, at vísa samhuga sín. Hann gjørdi tó alt annað, enn tað.

DR upplýsir í dag, at fólkið í Puerto Rico er í øðini inn á Trump. Í sokallaðu samhugarøðu síni, tvætlaði Trump m.a. við, at við øllum skaðunum í Puerto Rico, verður amerikanska fíggjarætlanin sprongd. Hann nevndi eisini, at fólkini í Puerto Rico skuldu vera galð fyri, at tey ikki vóru rakt av einari "veruligari" vanlukku, sum t.d. ódnini Katrinu, ið herjaði á amerikanska statin, Louisiana, í 2005, og kravdi umleið 2000 mannalív. 

Umframt at koma við hesum særandi viðmerkingunum, fór Donald Trump av oynni aftur, ein tíma áðrenn ætlan.