So hevur Trump aftur sagt sína hugsan á Twitter. Og enn einaferð eru nógv fólk í øðini, tí tey meta boðini frá Trump vera rasistisk og óhóskandi
Hesi vóru boðini, sum Trump deildi á Twitter:
- Áhugavert at síggja progessivar demokratar í kongressini, sum upprunaliga eru úr londum, har stjørnin er ein fullkomin katastrofa. Vit tosa um tey ringastu, mest korruptu og óhóskandi støðini í heiminum.
-Hart og óndsinnað fortelja tey fólkinum í USA - tann besta og valdsmiklasta natiónin í heiminum - hvussu vit skulu stýra okkara landi. Hví fara tey ikki aftur til tað staðið, har tey koma frá og fáa skil upp á teirra egnu kriminellu lond, har alt er liggur í sori.
Stutt eftir boðini hjá Trump kom tað fram, at tríggjar av kvinnunum, sum heldur skuldu fara heim til teirra egna land, eru føddar í USA. Sambært New York Times er tann fjórða og seinasta kvinnan ættað úr Somalia, og hevur búð í USA síðani hon var 12 ára gomul.
Í morgun boðaði talsmaðurin hjá Downing Street frá, at forsætisráðharrin Theresa May helt málburðin í boðunum til kvinnurnar vera fullkomuliga óhóskandi.