Hetta staðfesti rætturin í Manhattan í gjár.
Málið snýr seg um, at Donald Trump eftir sigandi skal hava veitt pornosjónleikarinnuni Stephanie Clifford, leiknavn Stormy Daniels, pening fyri at steintiga um eina afferu, som hon og Trump eftir øllum at døma høvdu í 2006.
Meðan hetta í sjálvum sær ikki er ólógligt, hevur tað verið frammi, at peningurin, 130.000 $, sum er okkurt um 900.000 kr., stavaði frá valátaki Trumps og varð fluttur í fleiri førum sum "advokathjálp" av táverandi advokati Trumps Michael Cohen. Trump er eisini dømdur sekur í at falsa skjøl.
Dómurin í søguligur í tann mun, at Donald Trump er fyrsti fyrrverandi amerikanski forsetin, sum er funnin sekur í einum revsimáli.
Trump noktar seg framvegis sekan.
Revsingarásetingin í hesum máli, sum er eitt av til samans fýra rættarmálum, har Trump er ákærubeinkinum, væntast 11 juli.