Trump raktur av korona

Amerikanski forsetin, Donald Trump, boðar á Twitter frá, at hann og konan hava fingið staðfest korona

Sigurjón Einarsson
2. oktober 2020 kl. 07:07

Amerikanski forsetin, Donald Trump, boðar frá, at hann og konan hava fingið korona. Tað boðaði hann frá á Twitter fyri løtu síðani:

- Í kvøld eru Flotus (Twitter-navnið hjá Melania Trump, red.) og eg testaði positiv fyri COVID-19. Vit eru farin í sóttarhald og byrjaði uppá tilgongdina at koma fyri okkum aftur sum skjótast. Vit fara at koma ígjøgnum hetta saman, sigur forsetin.

Hvussu hetta kemur at ávirka hansara valstríð vita vit ikki, men tað fara vit nokk at hoyra meira um.