- Eftir at hava gjøgnumgingið seinastu dagføringarnar frá kontuni @realDonaldTrump og samanhangin í teimum, hava vit, tí vandi er fyri nýggja eggjan til harðskap, stongt kontuna í óavmarkaða tíð.
Tað stendur at lesa í fráboðanini, sum sosiali miðilin, Twitter, sendi út fyri einum tíma síðan.
Í nógvar mánaðir hevur sosiali miðilin sett frámerki á dagføringarnar hjá fráfarandi forsetanum, tá hann hevur tala um valsvik, og tá hann mikudagin eggjaði fjepparum sínum at ganga ímóti Capitol Hill, gjørdi Twitter av at stongja kontu hansara í 12 tímar.
Hon lat uppaftur, men hóast hann hevur sent tvær dagføringar út fríggjadagin, hevur hann verið merkiliga friðarligur á Twitter, síðan kontan lat uppaftur.
Men nú verður so í øllum førum friðarligt, tí nú sleppur hann slett ikki inn á vangan. Hann er stongdur og tað verður hann í óavmarkaða tíð.
Tað er ein stór hending, at amerikanski forsetin verður útihýstur frá Twitter, tí fráboðanin frá sosiala miðilinum er í skrivandi løtu deild næstan 250.000 ferðir.
Fráboðanin frá Twitter er send út á kontuni @TwitterSafety, og har verður lagt afturat:
- Vit hava fyri fleiri árum síðan gjørt greitt, at ongar av hesum kontunum eru hevjaðar yvir okkara reglur, og at tær ikki kunnu brúkast til at eggja til harðskap. Vit fara framhaldandi at hava gjøgnumskygni, tá snýr seg um hvussu fólk skulu bera seg at og hvussu vit handfara okkara reglur, skrivar Twitter.
Tað er ikki bara á Twitter, at Donald Trump er útihýstur. Í gjár boðaði Facebook, sum eigur bæði Facebook og Twitter, at hansara kontur har eru læstar í øllum førum til hann er farin frá sum forseti.
Donald Trump er ikki tann einasti, sum er útihýstur av Twitter í dag. Tað eru fyrrverandi sakførari hansara, Sydney Powell, og fyrrverandi ráðgevari hansara, Michael Flynn, eisini.