Trump og Metoo standa fyri skotum

Sjónleikarin Sean Penn hevur skrivað bók, ið millum annað snýr seg um Trump og #Metoo

Jákup Højgaard
20. mars 2018 kl. 09:08

Bob Honey er ikki maður, ið leggur fingrarnir ímillum. Ein maður, ið er troyttur av heiminum og hevur so lítið til yvirs fyri øðrum fólki, at hann gleðiliga drepur, um teir høgu harrar gjalda nokk.

Soleiðis verður høvuðspersónurin í nýggju skaldsøguni hjá sjónleikarinum Sean Penn lýstur. 

Bókin er ein víðka útgáva av ljóðbókini Sean Penn gav út undir dulnevninum Pappy Pariah. Nýggja bókin tekur harðliga til tó hon sipar til bæði Donald Trump og #Metoo rørsluna.

Bob Honey skrivar eitt bræv til amerikanska forsetan, sum í bókini eitur Mr. Landlord. Í brævinum skrivar hann at flestu amerikanarar vóru bæði sorgarfullir og rasandi óðir tá teir atkvøddu fyri nýggja forsetanum. Fleiri russarar gjørdu tað sama. Forsetin verður eisini lagdur undir at vera líka fullgóður sum hansara "alternativu fakta", og at hann skuldi verið skuldsetur fyri hásvik.

"We are not simply a people in need of an intervention, we are a nation in need of an assassin … Tweet me bitch, I dare you.” Endar hann brævið.

Sean Penn hevur fyrr gjørt greitt at hann stuðlar ikki amerikanska forsetanum Donald Trump.

Í bókini er eisini yrking, ið snýr seg um #Metoo rørsluna. Rørslan verður lýst sum ein barnsligur partur av nútíðuni. Ein rørsla, ið bara er ein pallur fyri ræðuskítar, ið einki tora at gera móti teimum, ið hava gjørt sær órætt. "Er hetta ein barnaherferð?" Spyr Bob Honey í yrkingini. 

Bob Honey Who Just Do Stuff verður útgivin í apríl.

Kelda: theguardian.com