Obama royndi í átta ár at steingja tað, men nú sigur Trump, at hann vil varðveita tað.
Talan er um fongslið í Guantanamo Bay á Kuba. Obama royndi at steingja fongslið øll árini meðan hann var forseti, men tað eydnaðist ikki. Í nátt hevur Trump undirskrivað eina løgskipan um at varðveita illkenta fongslið. Tað skrivar TV2.
Løgskipanin varð undirskrivað stutt áðrenn amerikanski forsetin helt sína fyrstu "State of the Union"-røðu um støðuna í landinum.
Hvíta húsið hevði sent út tíðindaskriv um løgskipanina hjá Trump, og uml. ein tíma áðrenn røðuna váttaði forsetin hetta. Trump segði, at fleiri fangar kunna verða sendir til fongslið í Guantanamo Bay.
Eg vil biða kongressina um at tryggja, at vit í bardaganum móti ISIS og al-Qaeda halda fram við at hava tað neyðuga valdið til at afturhalda terroristar, hvar vit so enn jagstra teir, hvar vit so enn finna teir. Og í nógvum førum verður tað nú Guantanamo Bay, segði Trump í røðu sínari.
Í løgskipanini, ið Trump nú hevur undirskrivað, stendur, sambært CNN, at "USA sleppur at flyta fleiri fangar til amerikonsku flotastøðina Guantanamo Bay, tá tað samsvarar við lógini og tá tað er neyðugt fyri at verja tjóðina."
Eisini stendur at viðurskiftini í fongslinum eru "lógligar, tryggar, humanar og fylgja tí amerikonsku og altjóða lógunum."
Longu undir valstríðnum í 2016 staðfesti Trump, at hann ætlaði at varðveita fongslið sum ein liður í anti-terrorpolitikkinum hjá honum.
Lat okkum fylla tað upp við herviligum monnum, hevur hann millum annað sagt.
Hetta er ikki fyrstu ferð, Trump ger tað beinleiðis mótsatta av tí, sum fyrrverandi forsetin, Obama gjørdi.
Stutt eftir at Obama hevði hildi sína fyrstu røðu sum forseti í 2009, skrivaði hann undir ein ordra um at steingja fongslið innanfyri eitt ár, men tað eydnaðist ikki.
Í teimum átta árunum Obama var forseti bardist hann fyri at steingja Guatanamo-fongslið.
Sjálvt í teimum seinastu løtunum av embætistíðini hjá Obama vóru 19 fangar í desember í 2016 fluttir úr fongslinum til onnur lond sum Oman og Saudi Arabia sum ein liður í endaspurtinum fyri at minimera talið av fangum áðrenn Trump tók yvir ein mánað seinni. Sambært CNN sita 41 fangar enn í Gaunatanamo-fongslinum.
Sambært løgskipanini eru eftirverandi fangarnir serstakliga vandamiklir.
"Teir umboða torførastu og vandamiklastu málunum av teimum, sum søguliga eru hildin aftur á staðnum," stendur millum annað.
Fyrr hava vit verið so tápulig at leyslata hundraðtals vandamiklir terroristar bert fyri at møta teimum aftur í bardaganum, millum annað ISIS-leiðarin al-Baghdadi, segði forsetin, ið vísti til, at Baghdadi varð afturhildin av amerikonskum hermonnum, áðrenn hann varð leiðari av Islamiskum Stati.
Tað var aftaná terrorálopið í USA 11. september 2001, at táverandi forsetin George W. Bush gav loyvi til, at Guantanamo Bay varð brúktur til millum annað at avhoyra fólk, ið vóru undir illgruna fyri at vera partur av al-Qaeda, og at varðhaldsfongsla tey. Tá Obama tók yvir fyri Bush var talið av fangum í Guantanamo Bay uml. 220.
Guantanamo-fongslið hevur verið mótmælt nógv kring heimin. Sambært mannarættindafelagsskapum hava fangar verið útsettir fyri tortur, misrøkt og yvirgang. Sambært Washington Post vórðu tilsamans 179 Guantanamo-fangar fluttir meðan Obama var forseti.