Í røðu sínari um støðuna í landinum segði Trump, at skattalætti hansara var tann størsti í søguni, men sambært fleiri amerikonskum miðlum er tað "fake news".
Amerikanski forsetin, Donald Trump var ikki liðugur við røðu sína, áðrenn miðlarnir byrjaðu at leita eftir lygnum í hansara "State of the Union"-røðu, skrivar TV2.
Serliga CNN vóru millum tey mest kritisku yvirfyri røðuni hjá Trump, og funnu tey eisini flest lygnir í røðuni.
CNN skrivar: "Trump heldur, at alt hvat hann ger er stórt. Skattalættin er einki undantak."
Sum eg lovaði amerikanarum fyri 11 mánaðum síðani, hava vit gjøgnumført størsta skattalættan í søguni hjá USA, segði Trump við Kongressina í nátt.
New York Times skrivar, at eingi prógv eru fyri uppáhaldinum hjá Trump.
Skattalættin, sum Ronald Reagan skrivaði undir, tá hann var forseti í 1981, var størri, tá hugsað verður um samlaða búskapin hjá USA, og tann skattalættin hevði eisini størri ávirkan á skattatrýstið.Sambært CNN hava fýra skattalættar verið síðan 1960, ið vóru størri enn skattalættin hjá Trump, tá hugt verður eftir skattalættanum í mun til samlaða búskapin hjá landinum. Í veruleikanum kom Obama við størri skattalættum bæði í 2010 og 2013.
Tað er óvist, hvussu Hvíta Húsið mátar ávirkanina av skattalættanum hjá Trump, skrivar CNN.
Sambært ABC er skattalættin hjá Trump bert tann 12. størsti í søguni hjá USA. Og um man bert hyggur eftir skattalættanum í dollarum og roknar inflatiónina við, so er skattalættin hjá Trump bert tann 4. størsti síðan 1918.
Eftir at lønirnar í nógv ár hava staðið í stað, uppliva vit endiliga lønarhækkan, segði Trump.
Men Sambært CNN og New York Times er hetta eisini ósatt.
Lønirnar hækka, men seinni enn tær gjørdu í síðstu døgunum av seinnu embætistíðini hjá Obama, skrivar New York Times.
Sambært CNN var miðallønarhækkanin í 2016 2,6 prosent. Tað er tað sama sum amerikanarir hava upplivað undir Trump í 2017.
Eftir núverandi skipan, kann ein einstakur innflytari flyta inn eitt næstan óavmarkað tal av skyldfólki langt burtur í ætt. Okkara uppskot leggur dent á tættastu familjulimirnir við at avmarka innferðarloyvi til hjúnarfelagar og ómyndig børn, segði Trump.
ABC skrivar, at hetta als ikki er satt. Eftir núverandi skipan kunnu fólk við amerikonskum ríkisborgaraskapi, ella fólk við green card (arbeiðis- og uppihaldsloyvi) søkja um at fáa nærmastu familjuna til USA. Tað vil siga hjúnarfelaga, ómyndig børn, foreldur ella systkin, og ikki eitt óavmarkað tal av familjulimum. Sambært ABC kunnu flóttafólk søkja um, at ein hjúnarfelagi ella eitt minni barn eisini kann sleppa til landið sum flóttafólk.
Tó er ein langur bíðilisti, og allir umsøkjarar skulu ígjøgnum eina kravda bakgrundskanning. Í løtuni eru fleiri enn 4-5 milliónir flóttafólk á bíðilista.
Stríðið um amerikanska orku er endað. Stríðið um deiligt, reint kol er endað. Vit eru nu ernir útflytarar av orku til heimin, segði Trump.
Hasum uppáhaldinum er CNN heldur ikki samd í.
Tað er rætt, at USA útflytir orku. Tað hevur USA gjørt í fleiri áratíggju. Men USA innflytir bara meira orku, enn tey útflyta.
Tó er tað satt, at munurin millum inn- og útflutningin av orku er minkaður seinastu árini.
Tað er eisini rætt, at útflutningurin av ráolju er vaksin. Men Trump er ikki orsøkin til hetta, sigur CNN. Oljuútflutningurin er vaksin nógv seinastu tíggju árini, serliga aftaná tað í 2015 varð loyvt amerikonskum oljuframleiðarum at útflyta ráolju til onnur lond enn Kanada.
Trump greiddi eisini frá, at hann ætlaði at avtaka visumlottaríið, ein ætlan, sum sambært honum gevur út arbeiðspláss tilvildarligt uttan at taka hædd fyri førleikum, eginleikum, ella trygdina hjá amerikanarum.
Sambært heimasíðuni Politifact er tað rætt, at tey, ið fáa bjóðað arbeiðsloyvi eru tilvildarliga útvald millum innflytarar. Men tað er skeivt av Trump at pástanda, at hædd ikki verður tikin fyri evnum og førleikum. Fyri at verða útvaldur, skal persónurin lúka ávísar útbúgvingartreytir. Og so skulu tey eisini lúka vanligu treytirnar fyri innflytarar.
Sambært einari 18-síður langari vegleiðing frá amerikanska uttanríkismálaráðnum skulu umsøkjarar hava eina útbúgving á miðnámsstøði ella hava arbeitt í minsta lagi tvey av teimum seinastu fimm árunum. Umsøkjarar skulu eisini lata seg kanna av lækna, og tey mugu ikki hava framt nakað brotsverk. Aftaná tey hepnu eru vald út, skulu tey ígjøgnum eina bakgrundskanning, sum kann vara fleiri mánaðar.