Trump hóttir WHO

Amerikanski forsetin hóttir við at gevast við fíggjarliga stuðlinum til heims heilsustovnin

Bryndis Hjartardóttir
8. apríl 2020 kl. 08:49

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hóttir nú við at gevast við fíggjarligum stuðli til WHO. Orsøkin sigur hann verða sambandi millum WHO og Kina undir korona alheimsfarsóttini.

Hettta fortaldi hann á dagliga tíðindafundinum í Hvítu húsunumum um koronastøðuna í nátt okkara tíð.

Trump ákærir WHO at verið ov fokusera uppá Kina og at hava gjørt eitt vánaligt arbeiði undir koronafarsóttini.

WHO er ein deild hjá ST og størsta partin av fíggingini hagani. Trump vildi ikki siga hvussu stóran part av fíggingini hann vildi taka frá stóvninum. 

Hann meinar eisini at heimsheilsustovnurin skuldi lýst alheimsfarsóttina fyrr, og at stovnurin visti av tí, men gjørdi einki. Hann gevur eisini stovninum eina ábreiðslu fyri, at ikki hava stuðla flogbannið til USA. 

Sambært einum Twitter postið eftir fundin, heldur Trump, at WHO, sum fær stóran fíggjaligan stuðul frá USA, átti heldur at tikið sær teimum, enn at veita so stóra hjálp til Kina.

Trump hevur fleiri ferðir verið eftir Kina í sambandi við Covid-19, har hann millum annað hevur hann sátt iva um um landið gav røtt hagttøl um sjúkuna. 

 

Sjálvur hevði hann ringt við at taka støðuna í álvara og eftir ætlan skuldu øll átøkini í USA verða av eftir páskirnar, men tað er lítið sannlíkt.

USA hevur yvir 300.000 staðfest smittaði og umleið 12.000 fólk eru deyð av virussinum. 

 

 

 

- Reuters