Trump hevur valt vaksinu-skeptikara til heilsumálaráðharra

Miðlar hava gitt, og nú er tað staðfest, at Donald Trump ynskir at seta Robert F. Kennedy Jr. til heilsumálaráðharra tá ið hann tekur við sum forseti í USA.

Mynd: Gage Skidmore / Rættindi: (CC) BY-SA 2.0
Halgir Winther Nagata
5 tímar síðan

Kennedy stillaði sjálvur upp til forsetavalið sum sjálvstøðugur, altso uttanum demokratiska ella republikanska flokkin. Hóast hann ongantíð veruliga kom uppá tal sum forseti, fær hann nú eitt pláss í komandi stýrinum, har hann tekur evstu leiðslu í "Department of Health and Human Services". Tað skrivar Associated Press.

Kennedy lovar at gera USA sunt aftur ("Make America Healthy Again"), millum annað við at innføra avmarkingar, sum líkjast teimum í okkara parti av heiminum, á hvat framleiðarar sleppa at koyra í matin.

Hann hevur eisini úttalað seg skeptiskt um koppseting. Eitt nú hevur hann tosað um sambandið millum koppsetingar og autismu, ið kemur frá einari kanning sum er prógvað følsk og er vorðin ræðusøga um hvørjar avleiðingar vísindaligt svik kann hava við sær.