Trump hevur í hyggja at draga Google, Twitter og Facebook í rættin

Fyrrverandi amerikanski forsetin Donald Trump leggur sak móti teimum sosialu miðlum, ið hava bannað hann

Sigurjón Einarsson
8. juli 2021 kl. 07:59

Antin skal hann sjálvur í rættin ella dregur hann onnur í rættin. Jú, lívið sum fyrrverandi forseti í USA er avgjørt ikki keðiligt, um tú eitur Donald Trump.

Nú ætlar fyrrverandi forsetin at draga teir sosialu miðlar í rættin, ið hava bannað honum frá sínum pallum.

Talan er um Google, Twitter og Facebook.

Tað kunngjørdi Donald Trump á einum tíðindafundi í gjárkvøldið, sambært tíðindastovuni AP.

– Vit krevja ein enda á sensuri og banni, segði hann millum annað á tíðindafundinum.

Trump var bannaður av Twitter og Facebook, eftir at viðhaldsfólk hansara stormaðu Kongressina í Washington í januar mánaða. Instagram og YouTube hava eisini noktað honum atgongd til sínar pallar, men hesir sleppa undan at brúka tíð upp á møta upp í rættinum, fyribils.

Tað er ógreitt, hvat hesi sakarmálini í veruleikanum kunnu enda við.

Hvørki Google, Twitter ella Facebook ynskja at koma við útsøgn um sakina, skrivar AP.