Antin skal hann sjálvur í rættin ella dregur hann onnur í rættin. Jú, lívið sum fyrrverandi forseti í USA er avgjørt ikki keðiligt, um tú eitur Donald Trump.
Nú ætlar fyrrverandi forsetin at draga teir sosialu miðlar í rættin, ið hava bannað honum frá sínum pallum.
Talan er um Google, Twitter og Facebook.
Tað kunngjørdi Donald Trump á einum tíðindafundi í gjárkvøldið, sambært tíðindastovuni AP.
– Vit krevja ein enda á sensuri og banni, segði hann millum annað á tíðindafundinum.
Trump var bannaður av Twitter og Facebook, eftir at viðhaldsfólk hansara stormaðu Kongressina í Washington í januar mánaða. Instagram og YouTube hava eisini noktað honum atgongd til sínar pallar, men hesir sleppa undan at brúka tíð upp á møta upp í rættinum, fyribils.
Tað er ógreitt, hvat hesi sakarmálini í veruleikanum kunnu enda við.
Hvørki Google, Twitter ella Facebook ynskja at koma við útsøgn um sakina, skrivar AP.