Amerikanski forsetin Donald Trump rósti kinesiska forsetanum Xi Jinping, aftaná kommunistaflokkurin í síðstu viku kunngjørdi ætlanir um at taka burtur markið fyri, hvussu leingi ein forseti kann sita. Hetta merkir, at Xi Jinping kann vera forseti restina av lívinum.
Í einari ljóðupptøku hjá CNN hoyrdist Trump rósa Xi Jinping.
"Nú er hann forseti fyri lívið, forseti fyri lívið. Og hann er frálíkur," segði Trump, tá hann var til eitt innsavningartiltak í Florida.
"Hann kláraði tað, og eg haldi tað er frálíkt. Kanska vit áttu at roynt tað ein dagin," segði Trump, og fagnaðarróp og lógvabrestir hoyrast frá stuðulsfólki hansara.
Enn er ikki greitt, um Trump meinti hetta í álvara, ella um hann bert skemtaði. Eingin viðmerking er komin úr Hvíta Húsinum.
Ro Khanna, eitt demokratiskt umboðsfólk, segði á Twitter:
"Óansæð um tað er skemt ella ikki, er tað at tosa um at verða forseti fyri lívið nakað tað mest óamerikanska, ein forseti nakrantíð hevur sagt. George Washington (fyrsti amerikanski forsetin, red.) hevði vent sær í grøvini."
Tað var gamal siður, at ein amerikanskur forseti sat í mesta lagi tvey valskeið, til Franklin Rosevelt varð valdur fýra ferð, fyrstu ferð í 1932. Eitt grundlógarískoyti varð samtykt í 1951, ið bert loyvir forsetum at sita í tvey valskeið.
Kommunistaflokkurin kunngjørdi 25. februar ætlan um at broyta lógina, og hetta verður væntandi endaliga staðfest í kinesiska tinginum.
Í viðmerking segði Trump eisini, at Xi Jinping er ein rættiligur gentilmaður, og at hann fekk frálíka móttøku, tá hann sjálvur var og vitjaði í Kina í november.
"Hann er valdmiklasti (kinesiski) forsetin í hundrað ár," segði Trump.
Kelda: CNN, CNBC