Donald Trump, forseti í USA, ætlar sær at fara úr friðarliga úr embætinum, tá Joe Biden tann 20. januar verður svorin inn sum 46. forsetin í USA. Tað boðaði ein talsmaður í Hvítu Húsunum frá á Twitter í morgun føroyska tíð.
Donald Trump kundi ikki sjálvur boðað frá hesum, tí at hansara vangi á Twitter varð fyribils stongdur í nátt, tí at mett varð at forseti mælti til ófrið. Tí var tað ein talsmaður fyri Hvítu Húsini, sum boðaði frá, at hóast forsetin er ósamdur í úrskurðinum hjá Kongressini, so fer hann friðarliga úr embætinum.
- Hóast eg eri fullkomiliga ósamdur í valúrslitinum og eg havi fakta at vísa á, so verður embæti friðarliga givið víðari tann 20. januar, sigur Donald Trump.
Løgmaður fegnast
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, fegnast um at fólkaræði sigrar.
- Tað er gott og rætt, at tað skal bera til at eftirkanna úrslit og, at alt er farið rætt fram. Men tá úrslitið er greitt, so er tíðin komin til at góðtaka tað og fagna fólkaræðinum. Friðarlig og vælskipað stjórnarskifti er helst mest grundleggjandi styrkin í vesturlendska fólkaræðinum, sigur løgmaður í boðum á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni.
Valsvik fór fram
Donald Trump heldur uppá at valsvik fór fram og at fleiri ógildigar atkvøður vórðu taldar við í samanteljingini. Forsetin hevur millum annað sagt, at fleiri av atkvøðunum hoyra til fólk, sum eru deyð og at fleiri av fólk upplivdu at tey ikki sluppu at atkvøða, tí at teirra atkvøður longu vóru skrásettar.
- Eg havi altíð sagt, at vit fara at halda fram við okkara stríði at tryggja, at tað einans eru lógligar atkvøður, sum verða taldar við. Meðan hetta markerar endan á tí bestu fyrstu embætisperioduni í søguni, er hetta bert byrjanin í royndini at gera “America Great Again”, stendur at lesa í boðunum í morgun.