Donald Trump er aftur á Facebook og Youtube. Í gjárskvøldið vórðu tvey eins filmsbrot løgd út á hansara YouTube og Facebook síðu, við heitinum “I`M BACK!”.
- Orsaka, at eg havi latið tykkum bíða, sigur Trump í filmsbrotinum, sum endar við eini mynd við tekstinum “Trump 2024”.
Við tekstinum “Trump 2024” sipar hann til amerikanska forsetavalið, sum verður í 2024. 76 ára gamli Donald Trump er í løtuni í valstríði um at blíva forsetavalevni fyri Republikanararnar.
Youtube lat hansara konto uppaftur í gjár, fríggjadagin, meðan konto hansara á Instagram og Facebook blivu latnar uppaftur fyrr í ár, skrivar Ritzau.
Hansara konto á Twitter bleiv latin uppaftur í november, men har hevur Trump enn ikki lagt nakað út.