Trump ætlar sær á veljarafundir í vikuskiftinum

Leygardagin eru tað tíggju dagar síðani, at Donald Trump varð testaður positivur fyri COVID-19. Lækni hansara heldur, at forsetin nú er tilreiðar at taka lut í almennum tiltøkum aftur

Sigurjón Einarsson
9. oktober 2020 kl. 10:21

Leygardagin ætlar amerikanski forsetin at taka valdystin upp aftur, tá hann væntandi fer á veljarafund í Florida. Hetta kom fram í telefonsamrøðu við Fox News náttina til fríggjadag.

Donald Trump greiddi frá, at hann hevur tað gott og nú ætlar sær til ein veljarafund leygardagin – og kanska eisini til ein annan fund í Pennsylvania dagin eftir.

Tað er enn ógreitt, um Donald Trump er testaður negativur, síðani hann í síðstu viku fekk staðfest korona.

Tá hann varð spurdur av vertinum, um hann var kannaður aftur, segði forsetin, at hann væntandi fór at kanna seg í morgin (fríggjadagin, red.), men at tað ikki var neyðugt at testa seg allatíðina og rósti samstundis læknunum fyri viðgerðina, ið hann hevur fingið.

Í tíðindaskrivi náttina til fríggjadag, greiddi lækni hansara, Sean Conley, frá, at forsetin hevur reagera øgiliga væl uppá viðgerðina og heldur samstundis, at Donald Trump aftur er klárur at luttaka í almennum tiltøkum.

- Leygardagin eru tað tíggju dagar síðani sjúkuavgerðina seinasta hósdag, og út frá sjúkugreiningar vænti eg, at forsetin er tilreiðar aftur til at taka lut í almennum tiltøkum á ein tryggan hátt, sigur Sean Conley í tíðindaskrivinum.

Kelda: Berlingske