Fyrrverandi forsetin í USA, Donald Trump, umhugsaði at fremja rakettálop móti narkotikasøluvirksemi í Meksiko. Hann ynskti eisini at sláa hart niður á mótmælisfólk í USA.
Tað kann millum annað lesast í nýggjari bók, A Sacred Oath, sum Mark Esper, fyrrverandi amerikanski verjumálaráðharri, hevur skrivað og sum kom út týsdagin í síðstu viku.
New York Times hevur útgivið úrtak úr bókini, har tað millum annað kemur fram, at Donald Trump helt at tað var møguligt at halda eitt rakettálop úr USA loyniligt.
Mark Esper var verjumálaráðharri í USA frá juli í 2019 til november í 2020 skrivar í bókini, at Donald Trump spurdi um hendan møguleikan tvær ferðir.
Fyrrverandi amerikanski forsetin koyrdi Mark Esper úr starvi í november í 2020, bert nakrar fáar dagar eftir, at Joe Biden hevði vunnið forsetavalið. Tá høvdu Mark Esper og Donald Trump verið í opnum stríði, eftir at táverandi verjumálaráðharrin alment hevði boðað frá, at hann tók frástøðu móti at brúka herin til at blanda seg í mótmælisgongur í landinum.
Fleiri hundrað mótmælisgongur vóru í USA á sumri í 2020, eftir at George Floyd doyði í samband við eina handtøku. Her upplýsir Mark Esper í bókini, at Donald Trump spurdi seg fyri, hvørt tað var møguligt at skjóta mótmælisfólk.