Troy skipaði eitt væleydnað FM í einkulstarti í vegasúkkling

Tað gjørdist eitt minningaríkt kvøld, tá ið Troy 18. juni 2021 skipaði FM í einkulstarti. Heili fimm súkklufeløg vóru umboðað í kappingini og ikki færri enn 20 súkklarar savnaðust á Skálafjørðinum hetta góðveðurskvøldið. Hvussu vítt hetta er metstórt tal av íðkarum til ein einkulstart FM kappingin ella ikki, so er tað gleðiligt, at vit í ítróttinum leita saman og at talið av íðkarum støðugt veksur.

Tíðindaskriv
21. juni 2021 kl. 08:00

Súkklað varð sunnast úr bygdini við byrjan hjá Strandamáling og allan vegin inn eftir Skálafjørðinum at venda við Effo í Skálabotni og heimaftur á mál við Strandamáling. Ein teinur, ið er 26,9km langur og hevur 220hm í hædd tilsamans. Troy skipaði tiltakið við trygdini í hásæti, soleiðis at vaktir stóðu við allar innkomuvegir og eingin ivi var hjá súkklarum og bilførarum hvar og hvussu skuldi ferðast.

Kappingin gjørdist ómetaliga spennandi og teinurin var allarhelst meira avbjóðandi enn tey flestu høvdu gjørt sær far um áðrenn kappingina. Ferðin er høg og traðkast skal allan vegin. Tað, ið kennist sum undanvindur, tá ein stendur stillur, gerst ein múrur av mótvindi, tá ið ferðin fer um 40, 50, 60 og 70 km/t. Serliga kappingin hjá monnum í opnum bólki gjørdist tøtt. Tá ið avtornaði, vóru bara 20 sekund millum teir tríggjar fremstu, ið allir súkklaðu um 41 km/t í miðal.

Tað var Helgi Winther Olsen úr Fjallasúkklufelagnum, ið gjørdist føroyameistari í einkulstarti frammanfyri Dávi Magnussen úr Tórshavnar Súkkufelag  á øðrum plássi og Jákup Peturi Eliassen úr Føroya Triathlonfelag á triðja plássi. Hjá kvinnum gjørdist Maria Svabo Hansen úr Tórshavnar Súkklufelag føroyameistari frammanfyri Elsu Berg úr Tórshavnar Súkklufelag á øðrum plássi og Rigmor Rasmussen úr Troy á triðja plássi.

Kappast varð í opnum bólki, har allir luttakarar vóru við, og eisini í aldursbólkum. Øll úrslit eru á Webscorer.

Eingin ivi er í, at ein nýggjur klassikari er komin á Skálafjørðinum og at tað verður spennandi hvussu bæði feløg og kappingarnar mennast næstu árini.